Hitt endaliga virði av einum fongi er treytað av, hvussu hann er fingin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu.

Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava ein aktivan leiklut í tilgongdini.

Sum leiðandi húsavørður hevur tú ábyrgdina av viðlíkahaldinum bæði inni og úti, nýtslu av høllini, samskipan av vasking í ávísum bygningum, at tekniskar skipanir virka og at menna húsavarðartoymið.

Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt á aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið sum leiðandi húsavørður.

Førleikar
Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og møguliga eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hesum.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara, á telefon 770 102 ella á teldupost: runa@vestmanna.fo

Vit vænta, at tú

  • hevur góð samstarvsevnir

  • dugir væl at raðfesta uppgávur og at leggja arbeiðið til rættis

  • arbeiðir við nærlagni og ábyrgdarkenslu

  • dugir at taka avgerðir og grundgeva fyri teimum

  • kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi

  • hevur koyrikort

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Føroya handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Umsóknarfreistin er týsdagin 20. august 2024 kl. 12:00
Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Umsóknir
Umsókn saman við CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
starv@vestmanna.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo