Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar leitar eftir einum ágrýtnum og arbeiðssamum felagsskrivara/samskipara, sum hevur áhuga í fakfelagsarbeiði og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Felagsskrivarin er høgra hond hjá forfólki og nevnd og er virkin í arbeiðinum at mynda og menna sjúkrarøktarfrøðina og fremja áhugamálini hjá limum felagsins.

Starvið sum felagsskrivari fevnir um fyriskipandi, umsitingarligar og ráðgevandi uppgávur. Gerandisdagurin er bæði virkin og fjølbroyttur, har evnini, at skifta skjótt ímillum ymisk sløg av uppgávum, eru avgerandi. Afturfyri bjóða vit eitt sjálvstøðugt spennandi og mennandi starv, sum tú sjálv/ur kanst verða við til at mynda í einum felagsskapi, har vit samstarva tætt og í góðum hugalagi.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er ein virkin partur í norðurlendskum samstarvi, har norðanlond saman greina og lýsa sjúkrarøktarfakið og arbeiðsumstøðurnar.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at:

  • vera móttøka hjá felagnum, herundir svara telefon, teldupostum og umsita heimasíðuna

  • málsviðgera og tryggja limunum góða og skjóta ráðgeving um spurningar viðvíkjandi løn, sáttmála og starvsfólkaviðurskiftum

  • hava ábyrgd av álitisfólkaskipanini og vera álitisfólkunum ein hollur vegleiðari og stuðul

  • skipa sambandið við sjúkrarøktarfrøðilesandi og ymisku fakbólkarnar hjá felagnum

  • hava ábyrgd/samskipa norðurlendska samstarvið

Førleikakrøv
Tað er ein treyt, at umsøkjari hevur prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit ynskja okkum ein felagsskrivara við góðum innliti í og áhuga fyri sjúkrarøktarfakinum, sum hevur yvirlit og dugir at leggja til rættis, hevur áhuga í og støðugt fylgir við í samfelagsmenningini og hevur eyga fyri tí, sum er viðkomandi fyri sjúkrarøktarfrøðina og limir felagsins.

Umsøkjari skal hava sum mest av hesum førleikum:

  • Góðan telduførleika og royndir við umsitingarligum arbeiði

  • Megna skjótt at seta seg inn í sáttmálan og fáa sær innlit í viðkomandi lógarøki og siðvenjur

  • Góð samstarvsevni, men skal eisini duga at arbeiða sjálvstøðugt og handfara truplar støður

  • Duga at samskifta við ymiskar málbólkar, og skal duga væl at orða seg á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu

  • Má verða fús/ur at taka eina hond í, har brúk er fyri tí.

Løn og setan
Starvið er fastlønt fulltíðarstarv, fyri tað mesta í vanligari skrivstovutíð. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í sambandi við norðurlendskt samstarv, kann væntast ávís ferðing uttanlands.

Umsóknir
Umsókn, prógv, autorisatión og lívrensl (cv) skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 23. august 2024 kl 12.00.

Starvið verður sett 1. oktober ella skjótast møguligt.

Umsóknir skulu sendast til: oig@sjukrarokt.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óluvu í Gong, forkvinnu, á tlf 211309 ella oig@sjukrarokt.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo