Ovastin í russiska Wagner-herinum, Jevgenij Prigozjin, finst í dag hvassliga at forsetanum Vladimir Putin.
Stjórn hansara villleiðir russarar um, hvussu tað gongst við offensivinum í Ukraina, heldur Wagner-ovastin, skrivar TV 2.
Hann ákærir verjumálaráðið í Russlandi fyri ikki at siga sannleikan.
- Teir villleiða russiska fólki, sigur hann á Telegram.
Sannleikin er, at ukrainsku deildirnar hava vunnið fleiri landsbýir aftur, sigur Prigozjin.
- Stór øki eru handað fíggindanum, sigur hann sambært AFP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo