Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

MYND: Ólavur Frederiksen

MYND: Ólavur Frederiksen

MYND: Ólavur Frederiksen

Føroyingar munnu eiga eitt av bestu samferðslunetum í heiminum. Hóast vit búgva á 16 oyggjum kunnu útivið 90% av okkum koyra ímillum.

Og hini mugu so taka til takkar við ferjum - tað er nú einaferð treytin tá tú býrt í oyggjalandi og hevur valt at búgva eitt stað har fast samband ikki er. Enn.

Men so kompenserar landið eisini við at lata ferðafólk og bilar sleppa við fyri at kalla onki, sæð í mun til tað sum tænastan kostar at reka.

At forða manning og skipara at gera sítt arbeiði, soleiðis sum tað hendi í Nólsoy í gjár, er ikki nakar gamansleikur.

Kanska útviklaði tiltakið seg á ein hátt, sum mótmælisfólkini ikki høvdu ætlað.

Men tað vóru tey sum byrjaðu. Við at binda skipið og sum skilst eisini stilla seg fyri, so rampan ikki fekst niður.

Manning og fyrst og fremst skipari hava ábyrgd av trygd og trivnaði umborð, og kann verða drigin til svars fyri skeivar avgerðir.

Tí er tað skilligt, at Strandferðslan nú vil hava fulla greiðu á, hvat tað var sum hendi, og hvussu hon sum frægast kann verja seg ímóti at slíkt endurtekur seg.

Hagani verður væl roynt at fáa sum best burturúr við teimum amboðum sum eru til taks tá farleiðirnar ímillum oyggjarnar skulu røkjast.

Vit skulu mæla teimum sum eru ónøgd við tænastuna, landið veitir, at mótmæla friðarliga og sámuliga næstuferð og ikki fara um mark.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo