Tað skuldi ikki verið neyðugt at sagt. Men tað er tað eftir øllum at døma, so vit siga tað, so er tað í øllum førum ikki ósagt.
Tá landið letur privatum miðlum stuðul, sum skal "hækka dygdina av journalistiska arbeiðinum og tryggja eitt fjøltáttað útboð av tíðindamiðlum", so má stuðulin fara til lønir til journalistar, og bara til tað. Lønir sum verða lætnar til fólk sum hava til arbeiðis at skaffa lýsingar til miðlarnar eiga eftir okkara bestu sannføring ikki at verða taldar við!
Tí hvørja meining gevur tað?
Størsti privati tíðindamiðilin í landinum, Miðlahúsið, hevur, um kolofonirnar eru eftirfarandi, nærum líka nógvar lýsingarsamskiparar og -ráðgevarar til sínar publikatiónir, sum journalistar. Og blaðstjórin á Norðlýsinum segði sum var í útvarpssending herfyri, at stuðulin, tey har høvdu fingið, varð brúktur til at seta fólk í starv at taka sær av lýsingum.
Sum tað er í dag, so verður stuðulin koyrdur í tvær puljur - eina sum verður býtt javnt ímillum allar góðkendar umsøkjarar, og eina, dastið av allari játtanini, sum verður lutaður út alt eftir hvussu nógv er brúkt til lønir í árinum. Og her er tað at ketan hoppar av, tí við "lønir" eigur sjálvsagt at verða hugsað um redaktionellar lønir, og altso ikki bedellar, vaskikonur, lýsingarhávar og hvørjar aðrar útreiðslur til "lønir" ein miðil kann hava. Ikki minst tá hugsað verður um, at eitt krav fyri yvirhøvur at koma uppá tal til at sleppa uppí part er, at miðilin skal hava í minsta lagi tvey journalistisk ársverk.
Livst, so spyrst, og nevndin skal óivað eisini hava stundir at gera sínar royndir.
Men hetta átti at verið broytt, so stuðulin bert varð veittur til tey sum skapa journalistiska partin av innihaldinum í miðlinum.
Tað meinar VP.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo