Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Neyvan besta staðseting av nýggjum gistingarhúsi, hvørki fyri ferðafólk ella havnafólk, halda vit.

Neyvan besta staðseting av nýggjum gistingarhúsi, hvørki fyri ferðafólk ella havnafólk, halda vit.

Ikki færri enn tvey nýggj, stór gistingarhús eru í umbúna at verða bygd í høvuðsstaðnum. Vaksandi ferðavinnan krevur tað, skal steðgur ikki koma í, verður sagt. Og her á redaktiónini fegnast vit almikið um framburðinum sum ferðavinnan hevur við sær.

Men hví er Tórshavn sjálvsagda staðið at byggja nýtt, hóast dastið av øllum hotelsengrum í landinum longu frammanundan eru júst har?

Vit vilja mæla til at endurskoða hesar ætlanirnar um staðseting.

Havnin hevur jú tíverri longu fleiri av hesum eyðkennum, sum tann ferðandi, sum hevur leitað sær til Føroya, fegin vil sleppa undan, langar bilrøðir ávísar tíðir á degnum til dømis. Hetta fer heilt víst at blíva uppaftur verri tá fleiri 100 ferðafólk afturat skulu innlogerast so nær miðbýnum, sum ætlanin eftir øllum at døma er. Hvørki ferðafólk ella havnarfólk fáa gagn av hesum.

Vit halda, at tað mátti borið til at funnið eitt annað og betri pláss í Føroyum at lagt hesi gistingarhúsini. Í einum umhvørvi, sum ferðamaðurin setur meira í samband við Føroyar enn útsýnið til ein av mest trafikeraðu vegunum í høvuðsstaðnum.

Ferðafólk hava oftani á orði, hvussu ovfarin tey eru av okkara væl útbygda veganeti. Hesum, at hóast vit búleikast á 16 ymsum oyggjum, so kunnu okkurt um 85 prosent av okkum koyra í túnið hjá hvørjum øðrum. Eftir tí sum í hugaheiminum hjá útlendinginum er lítið meira enn ein løta. Er tað veruliga neyðugt at koyra ferðafólkini til Havnar at sova, tá tey kortini heldur vilja vera úti um landið tað mesta av tíðini?

Eitt er vist. Um føroyingurin heldur, tað kann vera langt og møðsamt at koyra ímillum bygdir, so heldur útlendingurin ikki tað. Longsta strekkið er ikki stórt meiri enn eitt hanagleiv í hugaheiminum hjá honum.

Tað vit vita um hevur hesin parturin av málinum ikki verið til almenna umrøðu. Og tað er skeivt, halda vit.

Tað hevur ofta verið frammi, at ferðavinnan skal vera við til at menna alt landið, ikki bara miðstaðarøkið. Tað hevur eisni ofta verið frammi, at ferðavinnan kann hava keðiligar avleiðingar, bæði fyri tey fastbúgvandi og ferðafólkini sjálvi, um vit sum vara av, altso almennu Føroyar, ikki leggja vinnuna væl til rættis.

Um tað vísir seg, at tað var eitt mistak at byggja ikki eitt men tvey eftir okkara málistokki stór gistingarhús afturat teimum sum longu eru í Havn, so verður tað mistakið trupult at rætta seinni.

Tí skulu vit tosa um hetta nú.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo