Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Onki er so trupult at sleppa av við sum ein almenn fyribilsloysn, og Fiskavirkisskipanin hjá ALS man vera eitt gott dømi um tað. Sett á stovn í truplum tíðum, tá lítið annað arbeiði var enn fiskavirkini, sum ikki altíð høvdu nóg nógvar tímar.

Í nógv ár hevur støðan nú verið tann øvugta, tí vit mangla arbeiðsmegi í Føroyum. Vit mugu fáa hjálp frá útlendingum, sum í stórum tali koma her at arbeiða. Men nú vísir tað seg, at nógv teirra eru komin higar at vera í ALS. Kravið er annars, at tey sum koma gjøgnum sonevndu Fast Track skipanina skulu hava minst 40 tíma arbeiðsviku. Og skulu tí fremst í køina, tá tímarnir skulu býtast á arbeiðsplássinum.

Men fiskavirkini hava eftir øllum at døma funnið eitt hol, so tímarnir sum resta í kunnu finnast í Fiskavirkisskipanini. Altso, við øðrum orðum, útlendingar koma til Føroya at ganga arbeiðsleysir við løn.

Er tað ikki ein háðan ímóti øllum teimum, bæði arbeiðsgevarum og arbeiðsfólki, sum gjalda trúliga inn í skipanini, í teirri trúgv, at hetta er ein skipan sum er líka fyri øll?

Og hvat ger stýrið sum er sett til at umsita hesa sokallaðu samhaldsføstu skipanina? Jú, tey yppa øksl og siga, at frægasta loysnin er at gera tað ólógliga lógligt. So er problemið loyst! 

Og hvat ger landsstýriskvinnan við ábyrgd av skipanini? Eisini hon yppir øksl, pellar og sigur, at hon noyðist at gera tað sum stýrið áleggur henni. Hon hevur onki annað val, sigur hon.

Makan til møsn skal man leita leingi eftir. 

Heilt groteskt verður tað, tá tað vísir seg, at tað eru arbeiðspláss sum Varðin Pelagic og Bakkafrost sum eru raskast at brúka hesa armóðsskipanina, sum Fiskavirkisskipanin má sigast at vera.

Bæði Vinnuhúsið, Búskaparráðið og Landsbankin hava í nógv ár víst á, at Fiskavirkisskipanin eigur at verða avtikin, so arbeiðsfólkini ikki verða fasthildin á arbeiðsplássum, sum ikki hava nóg nógv arbeiði til teirra, men heldur leita sær har sum tørvur er á arbeiðsmegi. 

Tað sum hendir nú er at vanvirða tey nógvu, bæði lønmóttakarar og arbeiðsgevarar, sum sambært lóg gjalda inn í ALS og harvið Fiskavirkisskipanina. 

Og tá stýrið fyri ALS nú í áravís ikki hevur funnið innanhýsis semju um at taka Fiskavirkisskipanina av, men heldur kemur við tilmæli um at gera tað skeiva rætt, so eigur stýrið at pakka saman og fara frá. 

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo