Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í Føroyum gera fólk á arbeiðsmarknaðinum sjálvi av, um tey vilja vera við í einum fakfelag. Hóast tey allar flestu munnu taka undir við einum vælskipaðum arbeiðsmarknaði, og tí eisini rættinum at skipa seg í fakfelag, so er tað ikki nakað krav frá tí almenna, at tey sum eru aktiv á føroyska arbeiðsmarknaðinum skulu vera limir í fakfelag. Og tað er galdandi fyri bæði føroyingar og útlendingar.

Øðrvísi er við arbeiðsgevaranum sum vil hava útlendsk starvsfólk til arbeiðis, tí ov fáar føroyskar hendur eru til taks í mun til tørvin. Føroyski arbeiðsgevarin skal prógva, at hann hevur ordan í tingunum. At hann ikki ætlar at fremja sosiala dumping men fylgir teimum sáttmálum og ásetingum sum eru galdandi. Og tað ger hann við at melda seg sum lim í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og so er tað komið uppá pláss.

Ella er tað?

Eitt mál sum hevur verið frammi í pressuni í seinastuni hevur týðuliga víst, at tað neyvan er so einfalt.

Talskvinnan hjá arbeiðarafeløgunum verður enn einaferð hálað upp úr hattinum, men hesaferð hevur hon jú grein í sínum máli. Tað er ov lætt sloppið av arbeiðsgevarunum bara at yppa øksl. Tí skurkurin skal finnast í teirra limaskara. Og ein kan væl av røttum spyrja, hvat pizzamatstovur og líknandi fyritøkur hava at gera í tí annars so fornemma selskapinum sum eyðkennir Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eru tey bara har fyri at avlevera limagjaldið og so annars fáa nakrar pamflettir at geva víðari?

Vit hava fakfelagsfrælsi men ikki arbeiðsgevarafrælsi í Føroyum. Tað er eitt previligii sum forpliktar arbeiðsgevarasíðuna.

Antin má Vinnuhúsið taka koyrilin fram og fáa limirnar, sum felagið hevur ábyrgdina av, ganga í takt og síggja til, at teir liva upp til tað, sum verður væntað av teimum.

Ella má onkur annar taka sær av tí.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo