Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað reka myrk skýggj inn yvir Evropa, tí veðrið háttar sær øðrvísi enn vanligt. Tey kønu tosa um veðurlagsbroytingar, at einki líkist sær sjálvum. Tær stóru áirnar torna upp, og dyrka lendi brennur av í hitanum. Onkustaðni fara skógirnar upp í royk.

Tað reka myrkir flókar inn yvir Norðurlond, tí sálarkvøl rakar børn, ung og vaksin. Onkursvegna mistrívast vit. Serfrøðingar hava í longri tíð staðfest, at avbjóðingin er stór í fólkaskúlanum, har børnini líða av angist, einsemi og tvørrandi sjálvvirði.

Ein gudfrøðingur megnar ikki at greina avbjóðingarnar, ið samfelagið og menniskjan er komið í. Veðurlagsbroytingar og tvørrandi trivnaður innaní og rundan um menniskju er serkunnleikin hjá aðrari frøði.

Gudfrøðingurin hevur fangað eitt orð, ið gevur góða meining. Serfrøðingar hava nevnt, at vit við atliti at orku og framleiðslu mega gerast grønari. Grøn hugsan tekur tilvitað atlit at náttúruni, so vit ikki eirindaleyst gagnnýta náttúrunnar tilfeingi og fagurleika.

Menniskjan fekk longu í skapan Guðs litið í hendi at røkja skapanarverki. Áhugaverd er áminningin, at tann sjeyndi dagurin er hvíludagur. Gagnlig er ásetingin, at jørðin skal hvíla eftir skipaðum leisti millum nýtslu og hvíld.

Tann kristna kirkjan fekk ta uppgávuna frá Jesusi, at vit skulu vera nakað fyri okkara egnu, næstan og medmenniskjað. Í Nýggja Testamenti eru leiðreglur til fólk í øllum aldri. Eisini eru tilráðingar og áminningar, hvørs endamál eru at gagna hinum einstaka til likams, sál og anda.

Tann grøna hugsanin um burðardygt virksemi við atliti at náttúruni er áhugaverd. Øll síggja, at veðurlagið háttar sær øðrvísi. Vit eiga at taka evnið upp og viðgera tað við tí álvarsemi, ið krevst. Tað skylda vit okkara eftirkomarum. Tað skylda vit lívsins Guði og skapanarverki hansara.

Kirkjan eigur í sínum dagliga virksemi í størri mun at varpa ljós á ta grønu hugsanina. Vit eiga at prædika alt Guðs ráð. Vit eiga at gagna teimum, ið hava tað svárt og stríðast til likams og sálar. Vit eiga í nærveru at veita teimum hjálp, ið stríðast í andanum.

Kirkjan eigur at vísa til andan, Guðs anda. Prædikufólk kenna mong dømi um sjúkueyðkennir, har avbjóðing hjá hinum einstaka hvørki var likamlig ella sálarlig heilsa.

Letur tað seg gera at vera væl fyri likamliga og sálarliga og hóast tað mistrívast?

Tíverri! Mær tykir, at svarið er ja!

Um vit gloyma andan, letur tað seg valla gera at nýta ella njóta ta likamligu ella sálarligu heilsuna. Vit mega geva andanum gætur. Andin er alt avgerandi. So sum andin er, nakað soleiðis er alt annað.

Andin í menniskjum, andin í familjuni og andin í kirkjuni. So sum tann heimliga andin er, svá er trivnaðurin í familjuni. Svá andin er í kirkjuni, soleiðis trívist kirkjuliðið.

Grøn hugsan snýr seg ikki einans um at leggja um frá svartari olju til varandi orku. Grøn hugsan er meira enn at vera upptikin av útláti og reinføri í náttúruni.

Kirkjan eigur at víðka hetta hugtakið og minna á, at vit sum menniskju við atliti at okkara egna lívi og umstøðum næstans eiga at liva grønt, liva burðardygt.

Grøn hugsan kann í kirkjuligum høpi tulkast sum trúarinnar fruktir ella etiskar fylgir av trúnni.

Kirkjan eigur at vísa til andan, Guðs anda og anda Jesu Krists. Vit eiga at tora at siga, at lívsførslan møguliga ikki er burðardygg.

Er tað veruliga satt, at meira er betri? At fleiri rúmmetrar eru eydnan? At inntøkuvøkstur skapar gleði og trivnað?

Er tað gamla orðafellið andaligur vísdómur, at gudsótti saman við nøgdsemi er mikil vinningur? Kann tað hugsast, at onkuntíð er minni meira?

Bíblian er lívsins bók. Í Guðs orði finna vit eina heildarfatan um lívið. Lesa vit Guðs orð og lurta eftir lærdari frøði, koma vit væl ávegis og varðveita andan, ið er avgerandi. Skelkandi er tað, at avbjóðingin í samfelagnum veksur við somu ferð sum tað andaliga viknar í tí almenna rúminum.

Er tað satt, at eitt politiskt stílreint samfelag er andleyst? Um so er, kunnu vit so trívast í einum samfelag har andin er heimleysur?

Hvat er svarið til avbjóðingina, at 15-20% av teimum ungu hava onkrar avbjóðingar ella diagnosur? Kenni ikki svarið. Óivað kemur tað av onkrum!

Í eini broytingartíð við alskyns avbjóðingum, eigur kirkjan at boða evangeliið um vónina í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara.

Kirkjan eigur at geva okkara samtíðarfólki eina bjarta vón, ta kristnu vónina og ta kosmisku vónina. Uttan vónina og hennara orku megna vit valla at loysa tíðarinnar avbjóðingar.

Í eini tíð, har menniskju við sálarkvøl stríðast við álvarsamar avbjóðingar t.d. veðurlagið, harðskap, fátækt, tvørrandi býli og skilnað, eigur kirkjan at boða vónina um betri dagar, tá ið vit venda um til Jesus, hugsa nýtt og øðrvísi. Amen.

Orðið: “Eg gevi tykkum nýtt hjarta og leggi nýggjan anda tykkum í bróst.” (Ezekiel 36,26).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo