Vøksturin í ferðafólkatalinum í apríl var 4%. Tað vil siga at 30.605 ferðafólk eru komin og farin í apríl, sambært tølunum hjá Vága Floghavn, sum VP hevur kagað í.
Higartil í ár eru 92.180 fólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein samlaður vøkstur á 15,2%.
Eisini talið av flogførum, sum eru komin og farin, er í stórari framgongd. Har er talan um ein vøkstur á 12,8%
Metstóri vøksturin av farmi heldur áfram. Higartil eru gott 500 tons flutt umvegis Vága Floghavn.
Hetta er ein vøkstur á 226% í mun til somu tíð í 2016.
Grundin til vøksturin er tann, at Bakkafrost er farið undir at flyta laks við SAS.
SAS flýgur laksin til Keypmannahavnar, og har verður hann síðan flogin beinleiðis til USA og Asia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo