Hagstovan: Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Útflutningur av laksi vaks við 452 milliónum krónum ella 9 prosent. Hinvegin minkaði nøgdin góð 8 túsund tons ella 11 prosent.
Størsti vøksturin er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 949 milliónir krónur, ella 64 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 76 prosent.
Prísurin á upsa og toski heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar.
Útflutningurin av øðrum vørum, fyri tað mesta olja til útlendsk skip, er vaksin 180 milliónir krónur í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til 29 prosent vøkstur.
Útflutningurin til Russlands
Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Nú er útflutningsvirðið á øðrum vørum enn laksi, á sama støði sum áðrenn februar 2022.
Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í mai var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 12,6 milliónir krónur. Hetta er á nakað sama støði sum fyri maimánaðir undanfarin ár.
Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo