Fróðskaparsetrið: - Ein kollvelting skal til, og vit verða noydd til at taka ábyrgd fyri at varðveita okkara fjølbroytta mál við mongu dialektunum. M.a. hetta segði Lív Næs, tá hon seinnapartin í gjár helt MA-fyrilestur í Kongshøll í Havn.
Lív Næs hevur lisið á Føroyamálsdeildini á Setrinum, og í sambandi við sína MA-ritgerð hevur hon granskað hvalbiar- og sumbiarmálførið. Seinnapartin helt hon MA-fyrilestur, og tað vóru ikki bara lættir tónar, ið hon bar áhoyrarunum.
- Tað eru nøkur viðurskifti, sum vit mugu taka í ramasta álvara, skal fjølbroytnið í málinum - dialektirnar - varðveitast, segði hon m.a.
- Miðføroyskt er tað málið, sum undirvíst verður í innan skúlagátt, og tað merkir, at til dømis suðuroyingar í høvuðsheitum læra miðføroyskt, eftirsum skúlabøkurnar eru skrivaðar á tí málinum. Og tey møta einum máli, sum í mongum føri er sera fjart frá sínum egna. Eingin kanning er, sum sigur, hví ungdómur í Suðuroynni setir sítt egna málføri lægri enn tað miðføroyska. Har eru gitingar, ja, men vit vita tað ikki. Um ymisku málførini ikki verða sett á breddan sum partur av undirvísingini í føroyska skúlaverkinum, so kann hugsast, at hugburðurin hjá teimum ungu um sítt egna málføri verður upp aftur negativari, segði Lív Næs, sum fekk áhuga at granska dialekt av "sínum innara suðuroyingi", sum hon tók til.
- Í mínum vaksna lívi havi eg búsett meg í Suðuroynni, og eftir at hava búleikast har í nøkur ár eri eg enn meira rúnarbundin av ymsu dialektunum, ið eg møti dag og dagliga. Men líka hugtikin, eg eri, líka ørkymlað og stúrin eri eg um, hvørt dialektirnar munnu megna at varðveita sín sjarmerandi ham og ikki so við og við verða útvatnaðar av miðføroyskum.
Síggið allan fyrilesturin hjá Lív Næs her.
Próvdømingin gekk sera væl, og vit ynskja Lív Næs hjartaliga til lukku við MA-próvnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo