Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Veðurgudarnir hava víst seg frá tí betru síðuni.

Tað er summar í Føroyum.

Kristina Háfoss breggjar sær av einum hálvum milliarda avlopi, alt peningur sum er tikin úr vinnuni. 

Goldin av Varðanum, Christian í Grótinum, JFK, Faroe Origin, Framherja, Bakkafrost, Luna, Marine Harvest o.m.ø. góðum monnum kring landið, okkara fiskimonnum og alarum, sum enn halda Føroyum uppi.

Samstundis hevur henda samgongan megnað at økt útreiðslurnar við 800 mill. árliga, alt kamuflerað, og tað kvettir ikki úr Sortudíki.

Nú um dagarnar kom ein hálv milliard heim til Føroya, avskrivaður peningur frá donsku stjórnini.

Menn eru farnir at tosa um loysing.

Magni Arge er blivin so bringubrattur, at hann næstan ikki sleppur um húsarhorn.

Hvat sigur Javnaðarflokkurin um at loysa?

Floksins undirtøka er 5% minni enn seinasta val í hvørjari veljarakanning, verið tað seg Gallup, Fynd ella Lóður.

Framsókn hevði landsfund í dag. 20 fólk møttu, segði KvF.

Men Sortudíki pumpar formannin upp sum landsins størsta, hóast hann átti at vita betur enn til at tjóðartaka og eyðræna høvuðsvinnurnar báðar.

Ein danskur serfrøðingur, Claus Kragh, vil vera við, at føroyingar saktans kunnu taka loysing í morgin.

Minnir ikki sørt um tíðina fyri 20 árum síðan, tá ið tjóðveldismenn dansaðu føroyskan dans á gamla apoteki, og nýggi floksleiðarin tosaði um, at “nú er morgun í Føroyum.” 

Loysingin var ein avgreiðsluspurningur – væl at merkja, um danir vildu gjalda.

Tað vildu teir ikki, og tí er eingin loysing.

Fyri 20 árum síðani fekk Annfinn Kallsberg eina góða avtalu fyri Føroyar.

Tjóðveldi ætlaði sær at rýma av fundi.

Tað er væl kent, at um ikki Anfinn Kallsberg og John Petersen báðir høvdu stillað seg fyri hurðina hesa juninátt í danska fíggjarmálaráðnum, hevði ongin avtala verið komin í hús.

Annfinn Kallsberg megnaði at standa stinnur og fekk eina avtalu fyri Føroyar, sum næstan ikki kann gerast upp í peningi, so týðandi hon var fyri Føroyar.

Tá til stykkis kemur, gerst einki við Tjóðveldi.

Heldur ikki loysing.

Tómar tunnur og bert til taks í landsstýrinum, tá ið alt rekur við. 

Tjóðveldi átti kanska at notera sær nøkur fakta ímillum Føroyar og Danmark síðan heimastýrislógina í 1948.

Síðani hon fekk gildi fyri 70 árum síðan, hava danir í miðal goldið uml. 40% av samlaðu útreiðslunum av at reka Føroyska samfelagið, undantikið farnu 15 árini.

Umroknað til nútíðar virði svarar hetta til 2 mia. kr. árliga ella 140 mia. kr. íalt.

Føroyska samfelagið hevði snøgt sagt ikki havt hórað undan sum norðurlendskt samfelag uttan henda stuðul.

Tað vóru danir, sum fíggjaðu endurnýggingina av føroyska fiskiskipaflotanum frá 1950-unum.

Teir settu 60 milliónagrunnin á stovn, veittu fígging til føroysk fiskiskip gjøgnum Fiskaríbankan, Skibskredittfonden og teir stovnaðu Realin.

Hvørjaferð føroyska samfelagið hevur kollsiglt, hava danir traðkað til.

Teir gjørdu tað í 1951/52, í 1992 og í 2010.

Bara tær seinastu tvær bankabjargingarnar kravdu eina kapitalinnspræning í bræði í føroyska bankakervið uppá 5-6 mia. kr.

Alt hetta hevur verið dult sum mansmorð, ikki minst av Tjóðveldi og Kringvarpi Føroya.

Tað hevur ongantíð gingið so av skriðuni sum seinastu trý árini síðani henda samgongan tók við.

Samgongan kom til búgvið borð og skorin klæðir.

Fyri fyrstu ferð finnast fyritøkur í Føroyum sum vinna pening og sum kunnu kasta pening av sær.

Tað hevur fløtt í landskassan síðan 2012,  men samgongan hevur sett sær fyri at knúsa ta føroysku høvuðsvinnuna.

Í hesum døgum sita almennir kommisserar og skula býta virðir út politiskt fyri fleiri 100 mill. kr. til “røttu økini” og til persónar “við rætta litinum”. 

Alt meðan alt tamarhald av útreiðslum landskassans er fokið og peningurin fossar úr landskassanum.

Eitt er í hvussu so er vist:

- Tað verður ongantíð nøkur loysing í Føroyum, so lengi sum Tjóðveldi situr við róðrið.

Sannlíkindini fyri loysing við Tjóðveldi eru nøkulunda tey somu sum at Holgar Danski raknar við aftur í kjallaranum á Krúnborg.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo