Frítíðarskúlin Smílikullan í Miðvági, hevur seinastu dagarnar havt eitt tema tey kallað “Vit leita eftir várinum”, sum náttúru & evnings verkstaðurin hevur staðið fyri.
- Vit læra børnini at eygleiða og leggja merki til, hvussu náttúran broytist. Alt byrjar at næla og spíra, og náttúrulitirnir broytast. Flytifuglar eru komnir aftur, og smálombini eru at síggja á bønum.
- Vit hava tosað og gjørt ymiskt kreativt á náttúru & evnings verkstaðnum, sum sermerkir hesa árstíð, “várið”.
- Í dag vóru nøkur børn úti við hvør sínum myndatóli og “leitaðu eftir várinum” og tóku hesar frálíku myndir, sum síggjast her, sigur Frítíðarskúlin Smílikullan í Miðvági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo