Vladimir Putin sigur í dag, at tað ikki er ætlanin hjá Russlandi nú at taka býin Kharkiv.
Forsetin leggur afturat, at tær deildir sum eru í økinum, eru farnar undir at skapa eina "buffersonu" fyri trygdina hjá Russlandi.
- Viðvíkjandi tí sum gongur fyri seg í Kharkiv-økinum, so hava ukrainar sjálvir ein part av skuldini, tí teir skjóta og halda fram at skjóta, tíanverri, bygd økir í marknaøkinum, herundir Belgorod, sigur Putin sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo