Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Pedagogfelagið: Føroya Pedagogfelag hevur sáttmálar við Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum í stórum fevnir um hesi starvsfólk; leiðarar, námsfrøðingar, námsfrøðishjálparar og hjálparfólk á vøggustovum, barnagørðum, frítíðarskúlum og forskúlum. Eisini hevur Pedagogfelagið sáttmálar við landið, umsitið av Fíggjarmálaráðnum. Hetta eru fyri stovnar undir Almannaverkinum, ið veita tænastur í mun til lógina um almannatrygd og tænastur. Eisini eru størv, sum eitt nú námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum ein partur av sáttmálanum umframt ymisk onnur størv. Her er eisini talan um leiðarar, námsfrøðingar og hjálparfólk.

Seinastu hagtølini, frá arbeiðsgevaranum vísa, at umleið 1.772 ársverk eru umfatað av okkara sáttmálum. Umleið 874 ársverk eru við útbúnum námsfrøðingum og umleið 898 ársverk eru hjálparfólk og námsfrøðishjálparar. (Eitt ársverk er starv á 40 tímar um vikuna. Limahagtølini hjá okkum siga, at vit hava omanfyri 2000 limir.)

Tølini innihalda eisini avloysaratímar.

Býtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk er ymiskt hjá landi og kommunum, men í minni mun ímillum kommunur.

Hjá landinum eru umleið 500 ársverk, harav 140 eru hjálparfólk ella námsfrøðishjálparar, svarandi til 28%.

Hjá kommununum er støðan øðrvísi. 1.268 ársverk, harav 758 ársverk eru hjálparfólk ella námsfrøðishjálparar, svarandi til smá 60%.

Í Havnini eru nakrar serstakar avbjóðingar – økið er vaksið nógv og hevur Tórshavnar kommuna tikið ímóti flest børnum seinastu árini. Tølini fyri Tórshavnar kommunu vísa, at flestu nýggju størvini tykjast vera mannað við óroyndum hjálparfólkum. 37% av størvunum í Tórshavnar kommunu eru lønt á byrjunarstiga. Uttanfyri Tórshavn er talið 15%, sum ber boð um eitt javnari býti av royndum og óroyndum starvsfólki, hóast 15% eisini er nógv.

Vit síggja eisini í tølunum, at Almannaverki og fólkaskúlin tykjast lokka tey meira royndu til sín.

Støðufesti er ein av stóru avbjóðingunum, serliga á dagstovnaøkinum. Lurta vit eftir leiðslunum, so er og hevur verið trupult at fáa fólk inn at arbeiða, og tað leggur størri byrðu á leiðarar og á støðugu starvsfólkini á økinum.

Alt ov nógv starvsfólk verða fyribilssett, hóast sáttmáli og lógargrundarlag ikki leggja upp til tað. Ógrundaðar fyribilssetanir er nakað vit í Pedagogfelagnum als ikki kunnu góðtaka og finnast at tí, tá vit møta tí. Til ber at seta fólk í fast starv og framhaldandi lýsa eftir námsfrøðingum, um stovnurin ikki lýkur lógarkrøvini. Okkara fatan er, at hetta er við at broytast og fleiri og fleiri fáa fastar setanir, har tað letur seg gera.

Arbeiðsuppgávurnar, og hvør eigur at loysa tær, fyllir nógv á onkrum arbeiðsplássi.

Um munur ikki er á arbeiðsuppgávunum millum eitt nú hjálparfólk og námsfrøðingar, eru tað fyrst og fremst leiðslurnar á stovnunum, ið mugu svara fyri hesum. Pedagogfelagið hevur framleitt nakrar vangamyndir, ið seta orð á fakligu førleikarnar, men tað eru leiðslurnar sum leiða og fordeila arbeiðið á ymisku námsfrøðiligu arbeiðsplássunum. Í øllum førum eiga leiðslur at fylgja lógarverkinum og sáttmálanum á økinum.

Hendan ørkymlanin kemur partvís frá manglandi fígging og raðfesting av starvsfólkaorku, viðlíkahaldi, reingerð og køkshjálp. Her má raðfestast betur.

Manglandi støðufesti hevur Pedagogfelagið ávarað um í fleiri ár, og hava vit somuleiðis roynt at bøtt um støðuna – tó er enn langt á mál. Pedagogfelagið vil altíð arbeiða fyri allar sínar limir, leiðarar, námsfrøðingar, námsfrøðishjálparar og hjálparfólk. Ábyrgdin er stór og nú tykist glið vera komið á við loysnum.

Fleiri møguleikar eru at útbúgva seg. Tveir flokkar verða tiknir inn á Fróðskaparsetrið at lesa til námsfrøðing. Námsfrøðishjálparaútbúgvingin hevur virkað í nøkur ár. Almenna fyrisitingin kom við einum álitið kallað “Í góðum hondum”, sum hevði nøkur boð uppá framtíðar loysnir. Dagstovnaráðið er komið við 15 tilmælum, sum púra vist vísa á loysnir, og nú mikudagin verður eitt tilmæli lagt fram um “Tíð til annað arbeiði”, sum eisini vísir á ymisk viðurskifti, námsfrøðiliga økinum at frama.

Stytta arbeiðsvikan kemur heilt vist at gera sítt til, at støðufesti og hugurin at arbeiða á økinum gerst betur.

Og síðst men ikki minst, lyftið um eitt lønarlyft, um tað verður gjørt rætt, kemur eisini at vera við at tryggja námsfrøðiliga virkisøkið í framtíðini.

Saman finna vit røttu loysnirnar.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo