- Danir hava nýskipað fólkaskúlan lutvíst út frá PISA-kanningum, og tann nýskipanin er púrasta miseydnað, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelag.
Lærarafelagið saknar grundgeving fyri, hví okkara næmingar skulu taka lut í PISA.
- Vit sakna eina grundgeving fyri, hví vit eru við í PISA. PISA er ikki ein námsfrøðilig verkætlan; hinvegin er hon ein politisk ætlan.
- Tað snýr seg um altjóðargerð av útbúgvingarverkinum og trúnna á, at kapping fremur góðsku, bæði millum næmingar, lærarar, skúlar og lond.
- Í fleiri londum verða royndarútslit almannakunngjørd, júst sum ein liður í at fremja kapping millum skúlar.
- Avleiðingarnar eru í besta føri óhepnar og í versta føri skaðiligar, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo