Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røðan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hildin í sambandi við 35 ára dagin hjá Dáanum:

Hans Andrias Djurhuus yrkir um øksini, sum vildu køva dáan, bara tí hann var øðrvísi. Í yrkingini tekur Dáin til: Eg havi eins væl loyvi at liva her sum tit.

Soleiðis kom Amanda Hansen, kona Toftakarl, fram til navnið: Dáin, sum í dag hátíðarheldur 35 ára dagin.

--

Tað er mær ein heiður og gleði at standa her í dag, sum partur av hesum serliga hátíðarhaldi, ið markar 35 ára dagin hjá Dáanum. Sum fyrrverandi landsstýriskvinna í Almannamálum, umsat eg sosiala økið, og fekk sostatt møguleikan og gleðina at vitja Dáan.

Minnist væl hendan dagin. Øll vóru so blíð, og móttøkan rørandi. Ein kendi seg sanniliga væl at koma inn her til tykkum. Harafturat fekk eg góða frágreiðing um arbeiðið hjá tykkum og um tilboðini, tit bjóða.

Tað var 1. Apríl 1989 at Dáin alment bleiv tikin í nýtslu. Samstundis gjørdist hann eisini fyrsti stovnur í Føroyum, ið er bygdur til endamálið. 

Síðani tá eru eitt ótal av borgarum komnir í Dáan, bæði børn og vaksin og við ymiskum avbjóðingum.  Stovnurin er fyri alt landið, har bæði tey, sum hava brúk fyri stovninum og avvarðandi úr øllum landinum hava havt gleði av umlættingini í Dáanum.

Kann fyri stuttleika nevna, at  í 1990 vitjaði  júst fráfarna Drotning Margreta II Dáan. Og fekk Hennara Hátign blómur og turriklæði, sum tey í frítíðartilboðnum høvdu málað. Á myndinum frá vitjanini sæst týðiliga, hvussu spent og stolt tey vóru.

--

Men Dáin er ikki komin av ongum.

Nógvar eldsálir gjøgnum ár og dag eiga sín lut í Dáanum. Í bókini “Umættingarheimið Dáin” lesa vit um tvey foreldrapør, sum stóðu á odda í stríðnum fyri betri umstøðum til tey, ið bóru brek og vóru menningartarnaði. Tað vóru Hannefía og Hans Poulsen, ið vóru foreldur at Símuni,  og  Amandu og Karl, sum áttu Jákup. Teir báðir, Símun og Jákup, høvdu menningartarn, og  báðir høvdu  teir merkt á egnum kroppi, hvussu tað var, at ikki fáa hjálp í nærumhvørvinum.

Tey bæði Hannefía og Hans bjóðaðu Klaksvíkar Kommunu at keypa bøin, har Dáin er í dag, og sum tá var partur av Stovugarðsfestinum. Síðani royndu tey at ávirka politikarar og myndugleikar at fara undir at byggja eitt frítíðar- og umlættingarheim til fólk við menningartarni.

Karl Hansen varð í 1981 valdur í Klaksvíkar býráð. Hann tók beinavegin – og av fullum huga - undir við hugskotinum hjá Hannefíu um at seta á stovn umlættingar- og frítíðarheim í Klaksvík. Sama árið bar Javni eisini ynski fram til Klaksvíkar Kommunu um at byggja hetta heimið í Klaksvík.

Tá farið varð undir at fyrireika Dáan, varð Karl valdur til formann í fyrireikingarnevndini. Tað vóru nógvir steinar á vegnum, áðrenn farið varð undir at byggja. Men við sínum sterka stríðsvilja ruddaði hann slóð. Hann varð somuleiðis formaður í stýrinum, so leingi hann orkaði.

Haldi, at tað er vakurt, at eitt grannalag stendur so væl saman um Dáan. Nú havi eg nevnt Hannufíu og Hans, og Karl og Amandu. Ein onnur í grannalagnum, Elisabeth Joensen, sat í stýrinum fyri Dáan frá 1989 til 2018. Eisini kann eg nevna Jens, son Amandu og Karl, sum var formaður í Javna. Øll tit og fleiri onnur afturat eiga tykkara lut í, at Dáin bleiv veruleiki.

--

Dáin er ikki bert ein bygningur. Ella umlættingarheim. Tað er eitt heim. Eitt heim, har vinabond verða knýtt, og er karmur um tað, sum hvør einstakur hevur uppiborið. Umsorgan og virðing.

Í dag, eru vit savnaði saman um føðingardagin hjá Dáanum. Tað er týdningarmikið, at ikki einans at hyggja aftur á tey mongu, góðu árini. Tí, vit eiga allatíðina at stremba eftir at seta kós móti framtíðini og teimum nýggju møguleikum, ið bíða. Halda fram at menna og styrkja tænasturnar her í Dáanum, so tær kunnu vera enn betri. Og har eiga vit politikarar eina stóra ábyrgd.

Fyri nógvum árum síðani stóð ein ynskilisti í blaðnum Javni. Henda ynskilista hevði Ráðið fyri Breka skrivað. Her vóru sjey ynski, og eg fari at enda røðu mína við fyrsta ynskinum: At tann við menningartarni altíð og í øllum lutum verður settur í miðjuna, tá ið støða skal takast til viðurskifti, ið viðvíkja honum.

Takk. Og Stóra takk til tykkum øll, sum enn stríðast fyri teimum, sum hava serliga avbjóðingar. Havi ikki orð, hvussu stóran prís eg seti uppá tykkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo