Granskingarráðið: Í kvøld verður Vísindavøkan á ferð í Runavík. Tiltakið er á Bókasavninum við Løkin og byrjar kl. 19.
Á skránni verða tvær framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá Fróðskaparsetrinum:
Zvonko Mrdalo fer at tosa um nýtslurættindi í føroysku fiski- og alivinnuni.
Knud Simonsen fer at tosa um havmyndil fyri bæði ytru og innaru leiðirnar.
Hetta er annað av fimm tiltøkum á ferð í september.
Fyrsta tiltakið var á Klaksvíkar Bókasavni í gjárkvøldið. Myndin er harfrá.
Hini tiltøkini vera á:
Bókasavninum á Sandi hóskvøldið 14. september kl. 19
Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 18. september kl. 19
Miðlatúni í Vági mikukvøldið 20. september kl. 19.
Sí skránna her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo