Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur seinastu dagarnar verið í Reykjavík á Arctic Circle Assembly. Skráin var rúgvismikil við tiltøkum, pallborðum og fundum á ráðharrastigi.

Á ráðharrastigi vóru millum annað tví- og tríliðaðir fundir millum uttanríkisráðharrarnir í útnorðri, har Vivian Motzfeldt, Thórdís Kolbrún Gylfadóttir og Høgni Hoydal umrøddu felags avbjóðingar og áhugamál. Harafturat hitti landsstýrismaðurin Evropa-ráðharran í Bretlandi, Stephen Doughty, og vara-uttanríkisráðharran í Noregi, Mariu Varteressian, umframt onnur.

Á ársins Arctic Circle Assembly fór átakið ‘Business Forum’ somuleiðis av bakkastokki. Business Forum hevur til endamáls at umrøða og geva innlit í núverandi og framtíðar møguleikar í Arktis, millum annað við denti á burðardyggan bláan búskap, grøna orkuskiftið og ferðavinnu. Í hesum sambandi, varð landsstýrismaðurin boðin at halda eina framløgu á Business Forum um Føroyar og føroysk viðurskifti.

Landsstýrismaðurin setti somuleiðis eitt tiltak, ið snúði seg um UNESCO og staðbundna burðardygga menning, ið var fyriskipað av NORA, føroysku og kanadisku UNESCO tjóðarnevndini og Orknoyggjarráðnum.

Frammanundan høvdu fundir verið millum ávikavist amerikanska senatorin úr Alaska, Lisu Murkowski, arktiska sendifólkið hjá ES, Claude Véron-Réville, amerikanska vara-undiruttanríkisráðharran, Sharon Hudson-Dean, og Herálv Joensen, aðalstjóra. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo