Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í Kaldbaks skúla hava tey havt eitt sera virkið Spælilið hetta skúlaárið. Næmingar í bæði 6. og 7. flokki hava eina ferð um vikuna alt skúlaárið skipað fyri ymsum spølum fyri teirra yngri skúlafelagum. Til stóra gleði fyri øll. 

Skipanin hevur nú virkað í 10 ár. Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum.

Tað eru nakrir av eldru næmingunum, sum skipa fyri, teir eru úr í 6./7. flokki. Hesir hava lært, hvussu teir kunnu standa fyri hesi uppgávu.

Ein partur í uppgávuni hjá Spæliliðnum er eisini at bøta um trivnaðin, og tað gera tey fyrimyndarliga við at skipa fyri aktivitetum í fríkorterunum, sum teir yngru næmingarnir kunnu taka lut í.

Á samkomu í Bowlinghøllini í morgun handaði borgarstjórin teimum sjey næmingum úr Kaldbaks skúla prógvini.

Borgarstjórin fegnaðist um, at undirtøkan er so góð, og at vit hava lærarar og næmingar í Tórshavnar kommunu, sum átaka sær at standa fyri hesi uppgávu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo