![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/0/csm_Dijk_c7fef93dc8.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/8/0/csm_Dijk_c7fef93dc8.jpg)
Liverpool váttar á síni heimasíðu at Virgil van Dijk er keyptur frá Southampton. Feløgini bæði hava verið í samráðingum í fleiri dagar, og nú hevur so Jürgen Klopp endiliga fingið sín mann.
Southampton skrivar á síni heimasíðu at við sáttmálanum gerst Virgil van Dijk heimsins dýrasti verjuleikari. Písurin liggur um 75 milliónir pund, og Dijk fær troyggju nummar fýra, tá ið hann byrjar á Anfield, 1. januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo