Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í døgunum 28.-30. september verður FT GameJam 2018, og hesa ferð verður tiltakið bæði størri, betri og stuttligari enn undanfarin ár. Tiltakið verður í nýggjum sniði, karmar verða endavendir, og vinnarin fær køna ráðgeving at víðarimenna telduspælið, sum vinnarin ber á borðið.

– Í ár er visjónin at fáa stóra gjøgnumbrotið á alheimsmarknaðinum, sigur Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, og staðfestir, at hóast fleiri føroysk telduspøl eru ment seinastu árini, so væntar framvegis tað heilt stóra gjøgnumbrotið.

At tiltakið verður í nýggjum sniði kemst millum annað av, at føroyska KT-vinnan er ein dyggur stuðul.

Í ár verður tiltakið stuðlað av Nema, Klintra, Elektron, Formula og Føroya Tele, og harumframt gera Fonn Flog og Atlantic Airways tað gjørligt hjá fyriskiparunum at senda vinnandi bólkin á eina spennandi ferð til San Fransisco í mars 2019, har luttøka á heimsins størstu ráðstevnu fyri spælmenning, Game Developers Conference, stendur fyri framman.

- Í ár fáa luttakararnir eisini atgongd til karmar, sum stuðla undir tilgongdina at framleiða eitt telduspæl. Tað krevur dugnaliga vitan og fleiri ymiskar fak- og førleikar, sigur Bjartur Nolsøe og nevnir millum annar forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og annars fólk við einum sunnum áhuga fyri spælmenning.

Tað verður lagt upp til eitt brak av einum tiltaki, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Føroya Tele. Tiltakið er ókeypis.

Les meira um FT GameJam og tilmelding her:

on-fire/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo