Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður frískur vindur ímillum vestan og útsynning men turt fyri tað mesta og eisini onkur løta við sól. Hitin 7-9 stig.

Týsdagin hvassur vindur av útsynningi, seinni vestri, samdrigið og ælaveður men eisini onkrir sólglottar, hitin ímillum 6 og 10 stig.

Mikudagin verður ælaveður allan dagin, hvassur vindur ella skrið av útnyrðingi, hitin um 6 stig.

Hósdagin makar hann sum frálíður vindin eitt skifti, men ímóti kvøldi aftur upp í ein strúk av útsynningi, turt og hitin 6-9 stig.

Fríggjadagin strúkur í vindi av útsynningi, okkurt æli mitt á degnum, annars turt og onkrir sólglottar og hitin 7-9 stig.

Næsta vikuskifti verður sum vikan, nógvur vindur av vesturættum, okkurt æli men eisini løtur við sól og hitin um 6 stig alt vikuskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo