Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bygda- og Ungmannafelagið Súlan handaði herfyri Heðini Mortensen, samferðsluráðharra, undirskriftir við kravinum um, at Jósup eisini siglur eftir 31. august 2019 á Mykines-leiðini.

Undirskriftirnar vóru frá fólki sum hava tilknýti til Mykines og teimum sum búgva í oynni.

Bygda- og Ungmannafelagið Súlan fekk áheitan frá bygdafólkinum um at savna undirskriftirnar og so at handa samferðsluráðharranum tær, saman við áheitanini um at Jósup siglur til og við heystfrítíðini, og at skipið eisini er tøkt frá heystfrítíðini og til út í desember 2019.

VP ringdi til Heðin Mortensen, samferðsluráðharra, at vita hvar málið liggur nú, og sambært samferðsluráðharranum, so er málið koyrt víðari til Strandferðsluna.

- Nú bíði eg eftir svari frá Strandferðsluni, sigur Heðin Mortensen við VP.

Í áheitanini verður millum annað sagt:

- Vit undirritaðu heita við hesum á tygum um at skipa fyri, at Jósup fer at sigla í fastari rutu frá 1. apríl til og við heystfrítðíðini. Frá heystfrítíðini til 1. desember at sigla eftir tilkalling, tá líkindini eru góð.

- Sum kunnugt eru bert 14 fastbúgvandi fólk í oynni í dag, men sjálvandi eru nógv sum hava tilknýti til oynna og eiga hús her. Tað eru um 50 hús í bygdini, so tørvur er á flutningi bæði til og frá.

- Um heystið tá ið fjøllini eru gingin er nógv at flyta av oynni - serliga í november, stendur millum annað at lesa.

Yvir 140 fólk høvdu undirskrivað áheitanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo