Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 1991 vitjaði norðmaðurin Ragnar Thorseth í Føroyum við endursmíðaða víkingaskipinum Gaiu. Hann sigldi í kjalarvørri forfedranna vestur um hav, og 31. mai nam hann land her í oyggjunum. Hesar dagarnar til 6. juni, tá ið almenn móttøka var sett at vera í Havn, lá Gaia á Tvøroyri.

Spurningur: vita tit um mynd tikna av víkingaskipinum, meðan tað var í Føroyum?

Alt síðani 1893 hava norðmenn lagt leiðina vestur um havið breiða við tílíkum endursmíðaðum skipum. Viking, ið var tað fyrsta, var við á heimsframsýningini í Chicago í 1893. Ørindini vóru fyrst og fremst at siga amerikumonnum og umheiminum øllum, at tað var ikki Kolumbus, men Leivur Hepni, ið var fyrsti evropeari at seta fótin á amerikanska jørð.

Ragnar Thorseth var annars eisini í Føroyum í 1984. Hetta var við víkingaknørrinum Saga Siglar, smíðaðum við Skuldelev 1 sum fyrimynd. Skuldelev 1 var eitt av skipsvrakunum, sum í 1962 vóru tikin upp av botni í Roskildefjørðinum, og sum í dag vera sýnd fram á Roskilde Vikingeskibsmuseum.

Við átta fólkum umborð sigldi Saga Siglar gomlu víkingaleiðina úr Noregi til Amerika, nú tað í 1984 setti inn í Føroyum. Komin til Amerika helt knørrurin ferðini fram kring knøttin. Stórferðin endaði 1. juli 1986, tá ið Saga Siglar kom til Oslo og fekk stórfingna móttøku.

Vinaliga,
Óli Olsen, Argir
sandagota@gmail.com

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo