Felagð Kyn: Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað.
Aftur í ár fer Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex.
Hetta er fimta árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum anatomi, kenslur, sexsjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi o.ø.
Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn í ár.
Í ár hevur Kyn valt at leggja dent á Fyrstu Ferð. Kyn undirvísir 1.flokki á miðnámi, og næmingarnir eru um 16 ár. 16 ár er danski aldurin fyri samlegu fyrstu ferð. Vit kenna ikki føroysku tølini, men ímynda okkum, at hann er nakað tann sami í Føroyum. Sex fyrstu ferð fyllir nógv í huganum hjá teimum ungu, og vit ynskja, at tey skulu kenna seg klár og trygg, so at teirra fyrstu ferð skal vera ein góð uppliving.
Fram móti Viku Sex hevur Kyn lagt høvuðsdent á Fyrstu ferð við m.a. at gera eina almenna spurnakanning um evnið og við ymiskum kunnandi tilfari á Instagram, TikTok og Facebook. Yvir 1.500 fólk hava luttikið í spurnakanningini, og hesi hava m.a. svarað, um tey hava havt sex, hvussu gomul tey vóru, og hví tey høvdu sex fyrstu ferð.
Skipað verður fyri almennum tiltaki hóskvøldið 8.feb. kl.19.00 í Perluni í Tórshavn.
Skráin er fjølbroytt við framløgum við fakligari vitan, við hugleiðingum og við upplestri.
Tiltakið er fyri øll, men serliga fólki, ið arbeiða við ungum og seksuellari og sálarligari heilsu.
Skrá:
- Hvat er Kyn, og hvørjum arbeiðir Kyn við
- Kanningarúrslit av dulnevndari spurnakanning um Fyrstu Ferð – Pætur Weihe
- Kynskransur; fakta og mytur - Malan Vitalis Joensen, lækni
- Tryggleiki, mørk og samtykki Fyrstu Ferð - Bjørt Lind, sálarfrøðingur
- Upplestur um Fyrstu Ferð - Gunnvá Zachariasen, leiklistafólk
- Dreingir og Fyrstu Ferð - Suni Poulsen, sálarfrøðingur
Eisini bjóðar Kyn ókeypis kaffi og kaku.
Møguleiki verður at keypa Kyn-taskuna.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo