Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú koyrir enn einaferð ein herferð móti teimum, sum vága sær at fara út um landoddarnar at brúka sínar útbúgvingar og royndir. Enn einaferð er talan um at avtaka serskipanir.

Ført verður fram, at teir, sum starvast uttanfyri landoddarnar, ikki skulu hava nøkur framíhjárættindi. Men hesin pástandurin byggir í fyrsta lagi á vantandi vitan - og í øðrum lagi á mismun.  

FAS
Enn einferð verður komið inn á FAS. Men eingin tekur upp á tungu, hvat FAS er, hví tað kom, og hvat hendir, um FAS hvørvur. 

Við FAS rindar manningin fullan skatt, men reiðaríið fær skattin afturgoldnan. Hetta bleiv gjørt fyri at fáa fleiri skip í føroysku skipaskránna. Um FAS verður strikað, hvørva flestu skipini úr føroysku skipaskránni, og vit missa nógv størv bæði á sjógvi og landi, tí tá flyta reiðaríini eisini. 

Sjóvinnustýrið fær eina millión á fíggjarlógini, restin er fíggjað við tonnasjugjaldi frá skipunum í FAS. 

Pilka vit við FAS, so fáa vit í fyrsta lagi nógvar arbeiðsleysar sjómenn, færri reiðarí, og haraftrat mugu vit antin siga fólki í Sjóvinnustýrinum úr starvi, ella hækka munandi um játtanina á fíggjarlógini. Hvar man Ruth Vang finna teir pengarnar?

DIS
DIS er onnur skipan, sum eisini hevur verið frammi javnan. Nú verður roynt at billa fólki inn, at eingin skattur kemur inn frá teimum, sum sigla undir DIS.  Men í 1988 gjørdu Atli Dam og Schluter eina avtalu um at umleggja ríkisvetingina til blokk, og í blokkinum var tað, sum fór at mangla í skatti. 

DIS er ein skipan, har reiðaríini gjalda nettolønina, tvs fulla hýru minus skatt. Atli Dam vildi hava, at skatturin skuldi vera partur av blokkinum, tí nógvar kommunur, millum annað Hovs kommuna, mistu meginpartin av skattagrundarlagnum, tá útisiglarnir ikki longur rindaðu skattin, teir fyrr høvdu rindað. 

Trupulleikin var tó, at pengarnir ongantíð komu til Hovs, teir endaðu í stórapotti í Havn. So nú hava vit eina løgna støðu. Somu flokkar, sum reypa av at skerja ríkisveitingina, skelda nú DIS’ararmar um pengar, sum mangla í. Tvs at tey fingu eina verpihønu, sum verpur væl. Men tey vilja drepa hønuna, og skelda longu nú um, at eingi egg fara koma.

Kynsspurningur?
Tað nýggjasta er, at Ruth Vang í Degi og Viku herfyri royndi at gera serskipanirnar hjá teimum, sum starvast uttanlands, til ein kynsspurning. Og jú, rætt er tað, at flestu okkara eru menn.

Men at avtaka serskipanirnar fyri okkum, sum arbeiða uttanlands, fyri at tryggja kynunum somu møguleikar, er ikki ein haldbar farleið.

Tí jú, avtaka vit allar skipanir fyri útisigalarar og -arbeiðarar, so fara kynini uttan iva at fáa javnari møguleikar her í landinum, men møguleikarnir verða væl færri.

Við at tvíhalda um, at øll tann føroyska arbeiðsmegin skal stavnsbindast her heima, minka arbeiðsmøguleikar og -avbjóðingar.

Hvar í Guds grøna garði skulu allir hesir skipsførararnir, maskinmeistararnir, skipararnir, stýrimenninir o.s.fr starvast í Føroyum?

Bara tankin um, at politikarar vilja leggja flytføru arbeiðsmegini fótonglar, fyri at stavnsbinda hana her í landinum, er so út av lagi, at eg havi ikki orð.

Í verandi støðu hava øll sama møguleika at finna dreymastarvið her ella aðrastaðni. Bæði konur og menn. At konurnar ikki vilja av landinum at arbeiða, kunnu vit ikki lasta monnunum fyri. 

Í Føroyum hevur tað altíð verið sæð sum ein vinningur, at vit eiga dugnaliga og eftirspurda arbeiðsmegi, sum dregur royndir við sær heim. Størvini uttanlands hava tryggjað føroyingum ein nógv breiðari arbeiðsmarknað, enn heimlandið kann bjóða. Og fleiri ferðir er tað komið okkum væl við, tá ið konjunkturarnir brádliga eru vendir. Ikki minst í 1992, tá føroyingar í túsundatali máttu rýma av landinum.

Talið hevði verið munandi størri, um vit ikki høvdu so nógvar, sum starvaðust uttanfyri landoddarnar. Men henda serstøða okkara á útlendskum arbeiðsmarknaðum kann ikki tendrast og sløkkjast, okkum eftir vild.

Hetta er arbeitt upp gjøgnum fleiri áratíggju, og missa vit tað, fæst tað ikki aftur í bræði. 

Avleiðingar av at avtaka skipanirnar
Tekur tú skipanirnar av fyri at stavnsbinda arbeiðsmegina her heima, fær tað eyðsæð nógvar avleiðingar. 

Við at strika FAS fær tað ógvusligar avleiðingar fyri manningar og reiðarí. Hvar skuldu hesir menninir arbeitt her heima? Her eru ikki nóg mikið av hóskandi størvum til okkum allar. Tað hevði havt fylgjur fyri hópatals føroyskar familjur. Eisini tær familjur, har annað, ella bæði, starvast hjá reiðarínum í FAS

Hartil hevði Atlantsflog merkt avleiðingarnar frá fyrsta degi, um útisiglararnir ikki longur hildu felagnum uppi. Og Vinnuháskúlin? Hví skuldi nakar søkt inn har, tá politikararnir av almakt vilja noyða teir at vera verandi her? Og Sjóvinnustýrið? Hvar skuldi tann fíggingin komið frá, um bæði FAS og blokkurin, sum inniheldur skattin frá DIS, verða niðurlagað?

Tá eg nevndi hetta fyri Høgna Hoydal, svaraði hann at hann var greiður yvir trupulleikan, men hann vil sleppa burturúr pengum úr Danmark, og tí mugu pengarnir finnast her heima. 

Tað er so ein erlig søk - og eg skal koma við uppskotum til, hvar pengarnir í staðin kunnu finnast. 

Aðrar serskipanir
Tí her heima eru serskipanir í ovurmát, sum tryggja nøkrum, men ikki øðrum. Har serliga tey í umsitingini fáa ágóðar, sum onnur bara kunnu droyma um. Júst tað - at her eru so nógvar serskipanir, men man bara leggur eftir útiarbeiðaranum -  ger, at man hómar ein mismun. 

Serskipanir eru fyri barsil, har summi fáa væl meira enn onnur. Hygg at frítíð við feriu, hygg at yvirdádigu eftirlønunum hjá politikkarum og aðalstjórum; hygg at oyðsli við almennu pengunum á Glasi, H-bygninginum, risastóru umsitingini.

Og hví ætlar eingin at avtaka serskipanina, sum frítekur aðalstjórum og tænastufólki frá at gjalda tvungna eftirløn? Hví skal ein slík serskipan vera fyri nøkur útvald?

Samanumtikið:
Í 140 ár hava Føroyar havt arbeiðsmegi, sum hevur flutt seg og lagað seg eftir umstøðunum. Sum hevur skarðað framúr, og sum hevur verið eftirspurd úti í heimi. Tað hevur bjargað okkum mangan. Latið vera við at mótarbeiða hesum, tí tað beint nú mangla fólk í eitt nú tænastuvinnuni. 

Og vilja vit hyggja at serskipanunum, so latið okkum gera tað. Men latið okkum fyri einaferð skyld byrja í rætta endanum;  har, ið avleiðingarnar enntá kunnu vera góðar fyri land og fólk - nevniliga í almenna oyðslinum og fyrimununum, ið bara eru fyri nøkur fá. 

Magni Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo