Í gjár legði Mortan Berjastein, formansvalevni hjá Fiskimannafelagnum, nakrar útrokningar fram.
Útrokningarnar eru langt uttanfyri mark og tí er ein viðmerking upp á pláss. Hetta er ikki at reka fyri Jan Højgaard. Mortan fær góðan stuðul frá framstandandi Tjóðveldismonnum, so hann tolir ivaleyst eina viðmerking, uttan at tað ávirkar valúrslitið.
Mortan vísur 3 dømir, sum eg havi sett upp í eina mynd. Mortan meinar at dømi 3 er soleiðis, sum tað eigur at verða.
Til hetta er at siga at grannskoðarin hjá Fiskimannafelagnum greiddi Mortan og øllum øðrum á landsfundinum frá, at dømi 1 er rætti mátin at rokna. Sáttmálin sigur, at útreiðslur fara av óbýttum. Grannskoðarin roknaði enntá tølini á aðalfundinum.
Somuleiðis bleiv upplýst, at kvotakeyp er 40 ára gamal frádráttur.
Tí visti Løgtingi, at keyp á uppboðssølu skuldi av óbýttum. Sostatt er tað løgtingi sum hevur samtykt at fiskimenn skulu hava lægri hýru og landskassin meira skatt. At fyrrverandi skrivarin hjá fiskimannafelagnum og formaðurin í Tjóðveldi eru pápar at hesum, veit Mortan, bara hann vil.
Eg hevði eina framløgu á fundinum, tí hoyrdi eg hvat bleiv sagt.
Dømi 2 er bara eitt dømi um talan var um brutto sáttmála uttan nakran frádrátt. Tað er óviðkomandi.
Síðan koma vit til dømi 3. Mortan meinar, at tað er rætti mátin at rokna. Hann meinar at manningin verður snýtt hvønn túr. Men tað er ikki rætt.
Mortan tekur bara 17,5% og ikki 100% av frádráttum av óbýttum. Og síðan roknar hann 17,5% av tí talinum sum hýru.
Tað er skeivt, tí at sáttmálin sigur, at alt skal av óbýttum. Aðrir skipabólkar hava eisini slíkar sáttmálar. Grannskoðarin váttaði at dømi eitt er tað sum er galdandi. Mortan var einsamallur við sínari meining. Nevndarlimir vóru ósamdir við Mortan.
Næstformaðurin tók orðið og fortaldi, at undir sáttmálasamráðingunum í 2019 tosaðu hann og Mortan saman. Víðari segði hann, at Mortan segði nei at leggja flotan og Mortan hevur tí gjørt ta avtalu, sum enn er galdandi. Aftaná at Mortan er farin úr nevndini, hevur hon samrátt seg til at í mesta lagið 2 krónur skulu dragast frá og ikki 6,10, sum dømi hjá Mortan vísur.
Eg haldi ikki, at tað er rætt at egna við pengum sum ikki eru til. Gjald fyri kvotur er sambært lóg, samtykt fyri árum síðan. Mortan hevði eisini eitt uppskot um uppboðssølu.
At Mortan fær nógv likes frá ávísum persónum, samstundis sum hann ikki vil skilja hetta, umframt at hann sjálvur legði fram eitt uppskot um uppboðssølu og frítekur undanfarnu samgongu fyri at hava samtykt at manningin skal gjalda, dugi eg als ikki at skilja.
Eivind Jacobsen
Strendur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo