Takk og somuleiðis gott nýggjár til tín, Anfinnur.
Mítt lesarabræv snúði seg um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, og velji eg at halda meg til tað og ikki viðmerkja alt møguligt annað, sum nú nevnir.
Eg tori at leggja høvdið á blokkin í mun til, at flestu løntakarar í Føroyum gleðast um, at okkara politikkarar fara at betra um arbeiðsviðurskifti teirra við eini styttri arbeiðsviku. 2023 verður eitt gott ár fyri løntakaran!
Um at lóggeva inn í ein sáttmála
Ein lóg er ein lóg, og lóg kann bert broytast við lóg. Ein sáttmáli er ein bindandi avtala, og ein sáttmáli kann broytast við samráðingum. Ein sáttmáli kann ikki stilla tey umfevndu verri enn lógin. Ein lóg og ein sáttmáli er sostatt hvør sítt, og tí er ikki rætt at tosa um at “lóggeva inn í ein sáttmála”.
Harumframt er tað ikki eitt nýtt fyribrigdi at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Seinast, tað varð gjørt, var í 1978 við Løgtingslóg nr. 37 frá 1. Juni 1978 um 40 tímars arbeiðsviku. Sostatt er hetta ikki ein samráðingarspurningur. Eg havi tískil ilt við at skilja, at tú endurtekur, at man lóggevur inn í ein sáttmála.
Harafturat vil eg vísa á væl úr hondum greidda kanning um “37 Tíma arbeiðsvika, fyrimunir og kostnaður”, ið Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, hava gjørt, sum bæði lýsir kostnað og ítøkiligar fyrimunir fyri løntakararnar, familjur teirra og samfelagið, vit liva í, sum heild.
Tí er tað mær ein gáta, at ein fakfelagsformaður, sum umboðar løntakarar, tosar niður á møguleikan og týdningin við eini styttri arbeiðsviku, stytt við lóg.
Í mun til at lyfta saman
Tað er harmiligt, at tú ikki upplivir, hvussu fakfeløgini kunnu lyfta saman. Sjálv havi eg upplivað, hvussu samhaldsfesti millum fakfeløgini hevur flutt fjøll í truplum tíðum. Eitt nú vórðu vit undir koronufarsóttini biðin um at vísa samfelagssinni, og tá var fakfelagsráðið sett á stovn. Hetta fyri at umboða allar løntakarar í Føroyum, so at arbeiðsumstøður teirra vóru so góðar sum gjørligt. Harafturat stóðu 36 fakfeløg saman, tá verkfalsrætturin undir somu samgongu var undir trýsti undir verkfallinum hjá námsfrøðingunum. Hvar vóru tit tá?
Standið saman við okkum, vit standa gjarna saman við tykkum!
Fyri at halda fast í orsøkini til, at eg kendi meg noydda at skriva eitt lesarabræv, og fyri ikki flyta sjóneykuna frá boðskapinum, taki eg í hetta aftur!
Rætt hevur tú í, at formaðurin úttalar seg vegna felagið og tess limir. Spurningurin var tó, um hesir limir og familjur teirra eru samd við tínum sjónarmiði. Sambært teimum afturmeldingum, eg havi fingið, er hetta ikki so.
Harafturat haldi eg, at tín úttala um at stytta arbeiðsvikuna við lóg hoyrir heima á samráðingarborðinum er skaðandi, óneyðug og er ein skeivur boðskapur frá einum fakfelagsformanni.
Birita F. Kjærbæk,
næstforkvinna í Starvsfelagnum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo