Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanlandsnevndin eigur at verða víðkað. Hon eigur at vera ein uttanlands- og verjunevnd, og harafturat eigur virkisøkið at verða víðkað, soleiðis at landsstýrið ikki bara ráðførir seg við nevndina, men eisini hevur skyldu til regluliga at kunna nevndina um uttanlands-, marknaðar- og verjumál.

Í løtuni er tað soleiðis, at danskir fólkatingspolitikarar hava neyvari innlit og størri vitan um viðurskifti, sum viðvíkja Føroyum, Norðuratlantshavi og Arktis enn føroyskir løgtingslimir. Tað hava tey, tí danska stjórnin javnan kunnar Uttanríkispolitisku nevndina á Fólkatingi. Ein skylda og møguleiki, sum føroyska landsstýri ikki hevur mótvegis Uttanlandsnevndini á Løgtingi.

Hetta eigur ikki at vera góðtikið. Vit taka okkum alsamt størri ábyrgd á uttanríkis- og verjupolitiska økinum. Tí eigur Føroya Løgting eisini at verða nógv betri ílatið til at ráðføra landsstýrið í spurningum hesum viðvíkjandi. Heimurin er broyttur, Føroya støða í heiminum er broytt – og vit eiga tí eisini at broyta virkisøkið hjá Uttanlandsnevndini, so tað er tíðarhóskandi.

Stjórn til stjórn
Í eini roynd at skapa eitt felags vitanarstøði og betri kunning millum Føroyar, Grønland og Danmark, var í juni skipað fyri felags fundi millum uttanríkispolitisku nevndirnar í teimum trimum londunum. Men tað gjørdist beinanvegin greitt, at talan ikki er um javnsettar nevndir – hvørki tá tað kemur til vitan, ábyrgd ella áhugamál.

Tað kann ikki vera meiningin, at Uttanlandsnevndin á Løgtingi skal kunnast um føroysk viðurskifti av tilvildarligum donskum parlamentarikarum ella ráðharrum. Tað hava vit okkara egna landsstýri til. Tað eiga okkara egnu landsstýrisfólk at kunna okkum um – út frá einum føroyskum sjónarhorni.

Samráðingar millum Føroyar, Grønland og Danmark skulu sjálvandi fara fram á stjórnarstigi – og so skulu stjórnirnar hvør í sínum lagi kunna og ráðføra seg við uttanlandsnevndirnar í egnum landi um egnan politikk. Tað er ikki í ordan, at uttanlandsnevndirnar skulu hittast í eini roynd at føra ein felags uttanríkispolitikk fyri øll trý londini.

Okkara trupulleiki er tó, at kunningin millum landsstýrið og uttanlandsnevndina ikki er skipað við lóg, soleiðis sum hon er tað í Danmark og eisini í Grønlandi. Tað merkir, at vit ikki fáa neyðugu kunningina um uttanríkis-, marknaðar- og verjumálum millum ráðførslur og vanligar nevndarviðgerðir í Uttanlandsnevndini.

Ganga í blindum
Fyri nøkrum vikum síðani frættist, at …det er PET's vurdering, at der er en trussel fra russisk og kinesisk efterretningsvirksomhed mod rigsdelene i Arktis og Nordatlanten. Truslen retter sig særligt mod danske, færøske og grønlandske myndigheder og beslutningstagere, herunder politikere og embedsmænd i Landsstyret og Lagtinget på Færøerne”.

Hetta svaraði danski løgmálaráðharrin uppá fyrispurning frá fólkatingsmanninum hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale.

Uttanríkispolitiska nevndin á Fólkatingi fær regluliga kunning um slík viðurskifti, sum viðvíkja okkum frá FE, PET og Center for Cybersikkerhed. Innlit, sum eisini Uttanlandsnevndin á Løgtingi eigur at fáa – ikki umvegis føroyskar fólkatingslimir ella miðlarnar, men frá Føroya landsstýri.

Sama er eisini galdandi um samskifti millum føroysku og donsku stjórnina um føroyskan limaskap í WTO, sum danski løgmálaráðharrin – umvegis fólkatingsmannin hjá Javnaðarflokkinum – sigur ikki ber til innan verandi stjórnarskipanarreglur, men at samskifti er við Føroya landsstýri um málið.

Uttanlandsnevndin eigur eftir mínum tykki, at fáa regluliga kunning um hetta álvarsmál frá okkara landsstýrisfólkum.

Virkisfør Uttanlandsnevd
Fyri at tryggja Uttanlandsnevndini og harvið Føroya Løgtingi neyðuga kunning og fult virkisføri má Stýrisskipanarlógin broytast. Tað krevur, at lógarbroytingin verður samtykt av Løgtinginum og síðani aftur verður staðfest í fyrstu tingsetu av komandi Løgtingi.

Mín vón er, at allir flokkar á Tingi kunnu taka undir við hesum, so vit um fýra ár kunnu hava eina fult virkisføra Uttanlandsnevnd.

Liljan Weihe
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo