Ein kvinna skuldi fylla tangan við diesel á italsku oynni Ponza.
Frítíðaroyggin er vanliga eitt stað har ferðafólk njóta sínar frídagar.
Men so hendi brádliga hetta sum upptøkan vísur.
Spreinging er í maskinrúminum, og kvinnan verður slongd á sjógv.
Maðurin og dóttirin leypa eisini á bláman úr brennandi bátinum.
Um orsøkina til spreingingina skrivar Fox News, at helst er diesel komið á heita motorin.
Eingin fekk álvarsligan skaða av spreingingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo