Í Føroyum hava vit fleiri fuglar sum gera nógv fyri at verja seg og reiðrið - eitt nú tjaldrið og ternan.
Men naskastur man skúgvurin vera. Tá tú kemur ov nær fært tú tað av at vita, tí tá stoytir hann seg eftir tær og kemur tá so nær, at ein skal vera meira enn almindeliga djarvur, skal ein lata sum onki.
Og um heilt illa vil til, so hevur hann eitt vápn at brúka, sum hesar myndirnar hjá Mortani Mortensen vísa.
Myndirnar og filmin tók hann í Koltri.
(alt eftir hvønn kagara tú brúkar kann vera neyðugt at fara inn á facebook-síðuna hjá Mortani fyri at síggja filmin).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo