Fyrsti dagurin á ársins Summar Festivali bjóðaði framúr konsertir, nógv fólk og regn. Lagið var sera gott, hóast vætuna úr erva, og á pallinum spardu tónleikarar og sangarar seg ikki.
Stóra navnið hóskvøldið var Lukas Graham, sum spældi sína seinastu konsert á einari ferð, sum byrjaði á Vágsbøi fyri tveimum árum síðani. Lukas Graham gav føroyingum alt, sum hann hevði, og var sera takksamur fyri móttøkuna, hann enn einaferð fekk í Føroyum.
Danny & The Veetos høvdu poppveitslu á Vágsbøi, og á hinum pallunum vóru frálíkar konsertir við Konni Kass, Sámal Ravnsfjall, Olvheðin Jacobsen og Vincent.
Summarfestivalurin 2017 Hósdagur from RACLIP on Vimeo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo