Meiningarnar eru nógvar um nýggja bygningin Glasir, sum nú er reistur upp úr landslagnum, sum ein "súrhoyggjabrunnur", "dinosaurur", "akvarium", og sum kanska seinni verður ein "moska".
- Hoyrið, slappið nú eitt sindur av. Hatta er ein flottur bygningur. Bara spell, at hann er minkaður av spariávum, heldur ein viðmerkjari, ið ikki er heilt samdur við teir viðmerkjararnar sum samambera bygningin við eitt og annað úr djóra- og planturíkinum.
- Bygningurin hevur tikið alt útsýni úr køksvindeyganum hjá okkum, skrivar ein annar viðmerkjari.
- Hann ber brá av stórheit og góðum fiskiskapi, heldur ein, sum helst sipar til tað, sum ført hevur verið fram, at er góður fiskiskapur hjá skipunum í útjaðaranum, so verður bygt stórt í Havn, har allar tilfeingisrenturnar, avgjøld v. m. enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo