Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vestpack: Leiðslan á Vestpack í Vestmanna hevur saman við føroyskum íleggjarum keypt felagið og nú er øll fyritøkan á føroyskum hondum.

Frammanundan áttu føroyingar helvtina av fyritøkuni, meðan hin helvtin var á útlendskum hondum. Tað eru Áki Olsen, forstjóri, Jákup Oluf í Skálum, stjóri, Sámal Steinkross, sølustjóri, og Ben Arabo, nevndarformaður, ið hava tikið stig til keypið og sum nú mynda felagið.

Vestpack er ein væl rikin fyritøka, ið seinnu árini hevur havt sera góð úrslit. Umframt posarnar, ið allir føroyingar brúka mest sum hvønn dag, veitir Vestpack pakkitilfar til føroyskt vinnulív í breiðastu merking. Høvuðsmarknaðurin er tó fiski- og alivinnan í Føroyum. Eisini eru kundar innan fiski- og alivinnuna í Noregi og í Íslandi.

Jákup Oluf Í Skálum, stjóri, fegnast um keypið og vísir á, at hetta gevur dagligu leiðsluni frælsi at menna fyritøkuna enn meira og at tryggja, at allar avgerðir verða tiknar nær heimamarknaðinum.

Vestpack arbeiðir miðvíst við at framtíðartryggja sínar veitingar. Vestpack er umhvørvisgóðkend fyritøka, og grøna skiftið verður gjørt við sama atliti til góðsku, ið fyritøkan vanliga stendur fyri.

Vestpack vil eisini framhaldandi tryggja sær sína støðu sum tann fremsti veitarin av pakkitilfari til okkara vinnulív.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo