Vestmanna Sangkór: Nú korona er av og várið kemur so líðandi, fara vit at fagna ljósari tíðum við trimum várkonsertum. Tað verður Vestmanna Sangkór við orkestur- og urgutónleiki.
Fyrsta konsertin verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin 20. mars kl. 19.00. Síðani verða tvær konsertir leygardagin tann 26. mars - tann fyrra kl. 16.00 í Sandavágs kirkju og tann seinna kl. 19.00 í Vestmanna Kirkju.
Níggju av fremstu strúkarum landsins fara at spæla undir, og urguleikari verður evnaríki verður Ari Hammer Joensen. Kórleiðari verður Rannvá Matras Olsen.
Skráin verður sera fjølbroytt, við klassiskum tónleikaverkum eftir Gabriel Fauré, Morten Lauridsen og Mozart, umframt við ljósum føroyskum vártónleiki eftir Kára Bæk, Matti Borg, Paula í Sandagerði, Knút Olsen, Regin Dahl, H.J. Højgaard, J. Waagstein og Hans Arvesen. Í konsertini verður urgutónleikur við Passacaiglia eftir J.S. Bach.
Sangarar og tónleikarar eru fegin um at kunna bjóða øllum vælkomin til ársins fyrstu várkonsertir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo