Gleðin og vónin eru tveir góðir fylgisveinar á lívsleiðini. Seiggið í vónini er størri enn gleðin, tá ið hugsað verður um tað livandi og hugfarsliga.
Vónin er sum kærleikin, ið ber alt og trýr øllum. Trýr tí góða, vakra og vónar, at batin bøtir og lívgar. Vónin er kærleikans eimur alla ta tíð, mær unnist at minnast.
Var boðin til morgunmat eina jólaliga løtu á Verkstaðnum Vón úti á Argjum tann 21. desember 2022.
Hóast vánaligt og illfýsi veður, hevur mangt vignast væl hesi jólin. Henda løtan úti á Verkstaðnum stendur í einum serligum ljósi. Gleðin var eyðsýnd, og gesturin var fagnaður og kendi seg vælkomnan.
Umstøðurnar vóru virðiligar, og hølini vóru vakurt prýdd. Mannvirði var eitt yvirskipað heiti myndað uppá hin einstaka. Eingin fremri enn annar. Øll vóru javnbjóðis.
Tað var gleði og hugni millum arbeiðsfólkini á verkstaðnum. Tey góðsligu orðini vóru havd á munni. Verkstaðið Vón gav okkum boð um eina menniskjansliga hátíð, har møguleikin at loysa avbjóðingar vann frama framum stúran og dapra hugsan.
Las á netinum eitt sindur um Verkstaðið til tess at nýta røtt orð og heiti. Málbólkurin hjá Verkstaðnum eru fólk við breki. Talan er um virknistænastu. “Tilboðið er ætlað fólki við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.”
Í áttati- og nítiárunum í undanfarnu øld helt undirritaði fyrilestrar um tann rúmliga arbeiðsmarknaðin. Evnið hevur hugtikið meg síðan tá. Vit vita av royndum, at tað er mennandi fyri lívsvirði og sjálvvirði hins einstaka at fara til arbeiðis.
Henda morgunin á Argjum varð staðfest, at vit í tí almennu skipanini eru komin væl ávegis. Hugtikin av so mongum hekk greiningin av starvsfólki og arbeiðsfólki føst í huga mínum.
Tað er alneyðugt, at vit nýta tey røttu orðini. Røtt orð og rættar orðingar skapa virðing. Skeiv orð hava ein óhepnan undirtóna, hóast hetta ikki er tilætlað.
Starvsfólk, – svá verða tey alment løntu á Verkstaðnum Vón kallað. Talan er um ymisk fakfólk og yrki.
Arbeiðsfólk, – svá verða tey nevnd, ið eru til arbeiðis á verkstaðnum, tey, “ið ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.”
Hevði ikki áður varnast hesar báðar greiningarnar. Eitt óendaligt mál av gleði fylti sinnið og tók búgv í hjarta mínum. So langt var tann menniskjansliga menningin komin undir einum stórum almennum stovni. Sjálvur sat eg fastur í orðingum frá farnari øld, har tosað varð um “brúkarar”.
Tað klæðir ikki 21. øld, at vit nýta heitið “brúkarar”. So ómetaliga glaður fyri tann lærdóm mær var givin,tá ið spurt varð um orðingar og málburð. Starvsfólkini á verkstaðnum dugdu væl at greiða frá. Kendi meg væl, hóast eg hevði nýtt skeiv heiti, um eg ikki varð lærdur.
Morgunmaturin gagnaðist væl, og so varð jólaevangeliið lisið. Tað var friður á jørð hesa løtuna, í øllum førum innanveggja á Verkstaðnum. Frelsarin Jesus er ikki ókendur millum arbeiðsfólkini. Tað var nakað ektað, vakurt og gott, ið eg upplivdi hesa løtuna.
Royndirnar sum prædikumaður telja fleiri áratíggju. Var spentur til løtuna og als ikki fjálturstungin at siga nøkur orð til arbeiðsfólkini. Vit vóru á bylgjulongd.
Vælveran hekk í rúminum sum ein friðsælur andi. Kendi á mær Jesu nærveru, – hann ið elskar hvørt menniskja og møtir mær í mínum medmenniskjum.
Komin aftur á skrivstovuna vitjaði spurningurin: Er mín trúgv og gleðin í trúnni á Jesus ektað? Ella eri eg vorðin ein professionellur kristin, ið megnar at handfara orðini og seta tey inn í løtuna?
Hin sanna gleðin er einføld og óinnballað. Hon verður givin beinleiðis og er ikki treytað. Hesa løtuna úti á Argjum fekk eg fleirfalt tað, ið eg gav. Løtan lærdi meg, at gleðin er ein jólagáva, ið ikki er innpakkað og liggur undir jólatrænum.
Hin sanna gleðin kemur til sjóndar, tá ið menniskju geva hvørt øðrum gætur. Tá ið eyguni møtast, og vit geva hvør øðrum hondina ella eitt klemm.
Tað er vandamikið, tá ið gleðin verður professionell, og vit fara við menniskjum av handahógv. Eg má venda aftur til lívið, til røturnar og til frelsaran Jesus.
Tað skal sigast, at starvsfólkini greiddu sín gerning til lítar. Hóast viðurskiftini vórðu skipað út í æsir, vóru øll eins og tóku lut á jøvnum føti. Leiklutirnir vóru latnir bæði starvsfólkunum og arbeiðsfólkunum uppá skift, so løtan kendist sum ein heild og ikki pettað sundur í tógvar lutir.
Mannvirðið sæst aftur í javnbjóðis viðurskiftum, har heildin ber hin einstaka, og hin einstaki gagnar heildini. Eingin uttanfyri, øll við og innanfyri í verki, hugna og sangi. Eisini sanginum gleðilig jól. Amen.
Orðið: “Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verð fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! (Lukas 2,10-11).
Jógvan Fríðriksson
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo