Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vindrøkt arbeiddi við vindmyllum tá SEV segði tað ikki bar til. Síðan er krav komið um at nýggjar verkætlanir skulu bjóðast út og hevur Vindrøkt verið við hvørja ferð.

Vindrøkt hevur síðani 2003 arbeitt við ein pumpuverkætlan á egnum øki og økinum rundan um. Í 2010 fekk Vindrøkt ávegis framleiðsluloyvi og varð hetta endurnýggjað í 2015. SEV helt heldur ikki at henda verkætlan bar til og hevur SEV seinkað hesa verkæltan eins og søgan var við vindmyllunum.

Vindrøkt hevur verið vitni til, at SEV hevur lagt øðiligt trýst á myndugleikarnar seinastu árini í samband við pumpuverkætlanina, soleiðis at SEV skuldi fáa framleiðsluloyvi til pumpuverkætlan í sama øki sum Vindrøkt hevði loyvi.

Eftir nógv trýst frá SEV og komununum er úrslitið, at myndugleikin brádliga ikki vil viðgerða endaligu umsóknina frá Vindrøkt, tí umsókn frá SEV um pumpuskipan í sama øki er komin inn. Vindrøkt hevur harvið mist framleiðsluloyvið og SEV fingið framleiðsluloyvið.

Sostatt er meginreglan um, at nýggjar verkætlanir skulu bjóðast út slept. Meðan smærri verkætlanir skulu bjóðast út skulu størri ikki bjóðast út. Hetta er øvugt av vanligum mannagongdum og hevur einki við kapping at gera.

Hesin arbeiðsleistur gevur Vindrøkt ta fatan, at vit ikki skulu vænta nakra kapping framyvir. Tí SEV hevur gjørt alt fyri at forða fyri útboðum av nýggjum verkætlanum. Seinast dømi er kæran hjá SEV mótvegis Vindrøkt á Gellingarkletti. Tað skal tó nevnast, at SEV tapti hesa kæru.

Vindrøkt hevur brúkt nógva orku at gera seg til reiðar til kappingina at framleiða grøna orku. Men tað tykist sum vit eru ávegis til fullkomið monopol aftur. Tað verður ógvuliga dýrt fyri brúkaran. Vit kenna øll hvussu dýr monopol hava verið í Føroyum.

Johan í Niðristovu
stjóri, Vindrøkt

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo