Føroyar hava enn einki talsfólk ella brekumboð, ið hevur skipað eftirlit við brekrættindum. Í samband við at psykiatrilógin verður broytt, hevur MEGD sent hoyringarskriv til Føroya Landsstýri, sum ummælir nýggja ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring av lov om anvendelse af tvang i psykiatrien. Spurningurin er, hvussu vit kunnu vita, um lógin veruliga verjir, tá ið einki óheft eftirlit er, ella um rættindi hjá sjúklingum í psykiatriini eru rímilig og umboða livikor hjá borgarum.
Rættindi í verki
Psykiatrilógin í Føroyum er donsk lóg, ið fyrst og fremst er smíðað til donsk viðurskifti. Hoyringarskrivið hjá MEGD ger vart við, at sera stórur munur er á mannarættindaviðurskiftunum í londunum báðum. Danmark hevur sterka fakliga siðvenju á mannarættindaøkinum og er heimskent fyri serkunnleika og virkna luttøku innan mannarættindi, bæði innanríkis og í altjóða høpi. Hinvegin er mannarættindaumhvørvið í Føroyum veikari og munandi meira viðkvæmt.
Orsaka av at Føroyar ikki hevur ein mannarættindastovn, National Human Rights Institution, sambært París meginreglunum, og heldur ikki talsfólk ella brekumboð fyri brekøkið, eru rættindi hjá sjúklingum og fólki, ið bera brek, í munandi størri vanda fyri at verða skerd. Hesar avbjóðingar eru tó ikki serstakar fyri tey rættindi, ið eru staðfest í psykiatrilógini, men eisini fyri onnur lógartryggjað mannarættindi í Føroyum.
Hóast rættindi hjá sjúklingum á Psykiatriska Deplinum við lógini formliga verða styrkt, so skal takast atlit til, at mannarættindaumhvørvið í Føroyum er bæði viðkvæmt og veikt, og tí skulu vit vita, hvussu rættindi sambært hesum ríkislógartilmæli verða tryggjað í verki. Lógartryggjað formlig rættindi hava lítið ella einki virði, um tey ikki kunnu nýtast í verki.
Neyvar og rættar orðingar
Psykiatrilógin, ið skal vera galdandi her, má tískil vera tillagað soleiðis, at orðingar, mannagongdir og innihald eru umboðandi fyri føroysk viðurskifti. Samstundis kundi verið tryggjað, at rættindi til fulnar kunnu gagnnýtast í føroyskum høpi.
Tá rættarkeldur verða fluttar úr útlendskum yvir í føroyskt høpi, er altíð neyðugt við eini væl skipaðari og fevnandi fakligari tilgongd, ið hevur til endamáls at tryggja, at skipanir eru rímiligar og umboðandi fyri føroysk viðurskifti og fyri fólkið her. Ein slík tilgongd kundi verið stuðlað við einum uppbyggjandi og upplýsandi almennum orðaskifti, kanningum, gransking og hagtølum um viðkomandi atlit.
Um mannarættindi í Føroyum skulu verða framd í samsvari við altjóða standardir, so er tað grundleggjandi neyðugt, at rættindi verða orðað, gagnnýtt í gerandisdegnum, áhaldandi eftirmett og ment í góðum samstarvi millum myndugleikar og umboð fyri sivilsamfelagið, harundir viðkomandi limafeløg hjá MEGD. Hetta er ikki serstakt fyri psykiatrilógina, men eisini innan onnur lóggávuøki.
Sterkari limafeløg og gjøgnumskygni
Virksemið hjá teimum 24 limafeløgunum hjá MEGD byggir í høvuðsheitunum á sjálvboðið arbeiði. Í samsvari við grein 33, stykki 3, í Brekrættindasáttmálanum áttu limafeløgini tískil at verið styrkt fíggjarliga soleiðis, at tey høvdu betri grundarlag at umboða borgarar, ið fáa viðgerð í psykiatriini og kunnu vera í vanda fyri órímiligum tvingsilsátøkum.
MEGD metir samstundis, at tað er neyðugt at tryggja gjøgnumskygni í mun til tvingsilsátøk. Hetta kundi verið gjørt umvegis framløgur ella ársfrágreiðingar, ið lýsa viðkomandi kvalitatitvar og kvantitativar upplýsingar um tey tvinsilsátøk, ið eru framd í undanfarna ári. Feløg og myndugleikar kunnu síðani brúka hagtølini til at fremja eftirlit, eftirmetingar, kanningar og gransking, og við støði í hesum meta um rættindi eru rímilig og samsvara við altjóða standardir.
Neyvar orðingar verja best
Trivnaður og rættartrygd hjá sjúklingum kunnu verða hótt, um starvsfólk hjá ábyrgdarmyndugleika hava ov breiðar heimildir at seta átøk í verk til at avmarka ella avbyrgja sjúklingar. Tey atlit, orsøkir ella umstøður, ið geva starvsfólki heimild at avmarka ella avbyrgja sjúklingar, eiga at verða so ítøkiliga og neyvt orðað, sum gjørligt. Starvsfólk skulu helst ikki kunna tulka ella mistulka atlitini breitt.
Uppskotið leggur upp til, at Føroya Kærustovnur fær heimild at nokta einum sjúklingi ella umboði fyri sjúklingin í at heilt ella partvíst umboða egin áhugamál í samband við eitt mál. Um heimildaratlitini hjá Føroya Kærustovni eru ov breið at taka slíka avgerð, kann hetta hava óhepna ávirkan á heilsustøðu, trivnað og rættartrygd hjá sjúklinginum.
Orðingarnar í heimildargrundarlagnum eiga at vera neyvar og vísa til ítøkiligar støður, hendingar ella líknandi.
Taka atlitini í álvara
MEGD fegnast um, at myndugleikarnir ynskja at betra um rættindi hjá sjúklingum, sum eru innskrivaðir á Psykiatriska Deplinum. Tó eru fleiri atlit, sum mugu takast í álvara, um hetta endamálið skal røkkast. Sivilsamfelagið og menniskjarættindaumhvørvið í Føroyum má verða munandi styrkt, og broytingarnar í psykiatrilógini eiga at verða framdar sambært eini skipaðari tilgongd saman við sivilsamfelagnum, soleiðis at rættindi sambært psykiatrilógini við vissu kunnu gagnnýtast á rímiligan og fullgóðan hátt í føroyskum høpi.
Les hoyringarskrivið í síni heild á heimasíðuni www.megd.fo.
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo