Lesararnir hjá VP hava upplivað feilmeldingar í gjár og í dag, men hetta hevur samband við at í løtuni verður lagt um til sonevnda https kryptering sum ger VP til ein tryggari miðil at fara inn á og lesa.
Teldusnillingarnir, sum arbeiða við málinum, siga, at til ber at trýsta á F5, so kemur síðan fram.
Sum skilst kann roknast við at trupulleikin er burtur í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo