Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eru veljarakanningarnar hjá Spyr álítandi?

Øll kunnu vera við, bert fara inn á spyr.fo og melda teg til "Svarpanelið".

Og hvør meldar seg til? Í løtuni eru javnaðarfólk tey mest íðnu, og gevur teirra svar tí eitt "gott" úrslit.

Havi sjálvur verið við í panelinum, men sleppi ongantíð ígjøgnum. Møtti fyri mær óskiljandi enskan tekst, og so er tíðin farin. Ringdi einaferð til Spyr um mín trupulleika, men haðan fekst onki nøktandi svar.

Síðan stendur mín spurningur eftir. Er hetta eins og so mangt millum "Fupp og svindul"?

Eyðun Mohr Viderø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo