Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Langtíðarætlanin skal tryggja, at eldra ættarliðið kann vera búgvandi heima. Tryggir karmar á eldrabýli eru sjálvandi tøkir hjá teimum, sum tørva teir. Endamálið er, at tey eru virkin og saman við teirra avvarðandi kenna seg trygg.

Grundsjónarmiðið er, at tey flestu klára seg heima, um tey fáa røttu tænastuna. Tí skal fyribyrging, samdøgurtænasta, sosialt virkni og endur- og viðlíkahaldsvenjing setast í fasta legu.

Tey flestu klára seg væl. Tó eru tað onnur, sum verða rakt av førleikamissi, ið ger tað neyðugt at stuðla undir, at tey megna egið lív.

Higartil hevur loysnin verið, at tey eldru verða flutt heiman, og inn á eitt kamar á einum eldrabýli. Á eldrabýli er døgntænasta, so at bæði tey eldru og teirra avvarðandi kenna seg trygg. Hetta er tó ikki galdandi fyri tey, sum ikki standa í boði at fáa eitt kamar, og sum tí hava tørv á tænastu heima dag og kvøld.

Hjá avvarðandi kann hetta vera krevjandi, tá familjulív, arbeiði og lívið annars skal sameinast við vøkunætur. Tí vil VEKS virka fyri at veita eina betri samdøgurtænastu til tey, ið búgva heima.

At flyta eitt menniskja heiman og inn á eitt kamar í einum eldrabýli er eitt stórt inntriv. Við heiminum missir tann eldri ein part av síni søgu, samleika, nærumhvørvi og vanum saman við sínum ognum, tí eitt nú bøkur, list, innbúgv og annað bert verður ein viðfáningur í einum kamari.

Vitjunarvanar broytast. Tey avvarðandi, makar, børn, ommu- og abbabørn, familja, grannar og onnur, ið kendu seg heima í heiminum, gerast gestir á fremmanda býlinum, har tann eldri nú býr.

VEKS skal veita neyðugu tænastuna, og miða ímóti, at eldri við sama tørvi fáa somu tænastu.

Í framtíðini skal VEKS veita eina neyvari tænastu. Tí er neyðugt at málrætta býlini til serstøk endamál. Summi hava tørv á at flyta í býli, har tey eru í tryggum kørmum síðstu tíðina. Men tey flestu hava tørvir, ið kunnu nøktast við neyvum tænastum í egnum heimi.

At røkka málinum krevur eina haldføra langtíðaræltan fyri, hvussu eldraøkið skal skipast. Hetta gerst við at veita eina so neyva og dygdargóða tænastu sum gjørligt innan givnar karmar bæði fíggjarliga, hølisliga og ikki minst starvsfólkaliga.

Í verandi løtu verður nógv størsta fíggjarliga- og starvsorkan nýtt á eldrabýlum. Um hetta skal broytast, krevst nýhugsan. Millum annað kemur eldra- og vælferðartøkni at gerast ein munandi størri viðleikari í framtíðar eldratænatuni í VEKS.

Í hesum sambandi fer VEKS í næstum at søkja eftir stjóra, ið saman við stýrinum og leiðslubólkinum skal seta nýggju kósini út í kortið, og skipa eldraøkið av nýggjum fyri at framtíðartryggja okkara eldru eina neyva og dygdargóða tænastu.

Jógvan Kruse
Stýrisformaður fyri Heimatænastuni í VEKS

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo