Vága kommuna: Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur verið sera vánaligur at koyra eftir nú í eina í tíð.
Orsøkin til hetta er, at hann er niðurslitin og verður nú gjørdur klárur til at asfaltera.
Vegurin var gjørdur mitt í sjeytiárunum. Høvuðskloakkin liggur gjøgnum vegin. Í kloakkini er ein reinsibrunnur fyri hvørjar umleið 30 metrar. Tað hevur víst seg at vera sera sjáldan, at neyðugt er at fara niður í reinsibrunnarnar. Tí eru lokini á reinsibrunnunum senkaði soleiðis, at tey ikki koma undan, tá vegurin slítist.
Ristirnar fram við gongubreytini skulu eisini skiftast út og tær nýggju setast í rætta hædd.
Arbeiðið at senka lokini er næstan liðugt. Tá asfaltið omaná lokunum hevur sett seg og arbeiðið við ristunum er liðugt, verður vegurin asfalteraður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo