Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Veðurstovan: Fríggjadagin 3. mars varð fyrsta veðursending í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum send. Fyrireikingin hevur verið drúgv, hevur tikið nakrar langar mánaðir. Verturin var Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur.

Veðursendingarnar fara at verða sendar fríggjakvøld, beint eftir Dag og Viku, og teir báðir veðurfrøðingarnir hjá Veðurstovu Føroya, Hanus Kjølbro og Andrias Gregoriussen, fara at skiftast at vera vertir. Teir fara at siga frá veðrinum teir næstu 5 dagarnar.

Áðrenn fyrsta sendingin fór í luftina, hevur tað verið ein stór fyrireiking við at leggja ætlan, forrita, gera grafikk, byggja sjónvarpstovur, vertsvenjing og mangt annað. Nógv fólk hava gjørt sítt fyri at fáa alt at rigga so væl.

Vit á Veðurstovuni eru ógvuliga fegin um ta ovurhonds góðu móttøku, okkara fyrsta sending hevur fingið frá hyggjarnum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo