Í morgin verður gul av eystri og sól onkra løtuna um middagsleitið, turt fyri tað mesta og hitin upp í eini 15-16 stig. Møguliga mjørki í støðum.
Týsdagin millum eystan og landnyrðing men lítil og ongin vindur, møguliga okkurt ælstroyggj fyrrapart men sól seinnapart og hitin um 12-14 stig.
Mikudagin mestsum logn og sól, serliga seinnapartin, sami hiti, upp í eini 14 stig.
Hósdagin verður sól ein stóran part av degnum og nakað heitari, hann melur av ymsum ættum, men lítil og ongin vindur. Kanska mjørki í støðum.
Fríggjadagin meira skýggjað og hann trilkar vindin nakað, ættin verður landsynningur, hitin um eini 12 stig.
Næsta vikuskifti verður meira vindur og tað fer at regna illa, serliga leygardagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo