Góða vetrarveðrið, sum vit eru vælsignaði við, tykist halda fram, eisini í vikuni sum kemur.
Í morgin verður framvegis eysturhall høgætt, sól ella sólglottar og turt. Hitin beint omanfyri frostmarkið.
Týsdagin og mikudagin verður frískari vindur, ættin mestsum beinur eystan ella landnyrðingur eystan, sól ella sólglottar, lítið ella onki avfall og hitin 2-3 stig.
Hósdagin kanska kavaæl fyrrapart, sól ella sólglottar, hann makar vindin nakað aftur, men ættin verður framvegis landnyrðingur, og hitin beint omanfyri frostmarkið.
Fríggjadagin frískari vindur, upp í ein strúk, landnyrðingur, sólglottar og hitin um trý stig.
Næsta vikuskiftið verður ættin eystan og landnyrðingur, framvegis sól ella sólglottar, hitin 1-3 stig og turt fyri tað mesta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo