Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

POSTA Stamps: Valentinsdag - tann 14. februar 2020 - koma út tvey frímerki, ið avmynda hjørtu. Tey vísa Vatndalsvatn í Vágum og eitt hjartað við áskriftini "Tú ert her".

Eitt hjarta ið slær...
Valentinsdagur – dagur teirra elskandi. Hjartanna dagur, tá nýsprottin ást tekur tey fyrstu trilvandi fetini – meðan tann royndi og setti kærleikin verður staðfestur í orði og onkrari lítlari ástargávu.

Føroyskur romantikkur
Mangt kann man siga um føroyska landslagið, men romantikkur er helst ikki tað, ið liggur fremst í huga. Okkara karga fjallaland, lagað og sett av ógvusligum gosvirksemi í milliónatals ár, skrætt av tektoniskum virksemi, karvað av skiftandi ístíðum og evindaligari niðurbróting av brimi, regni og atlantsódnum, kann tykjast... skulu vit siga.... heldur óromantiskt fyri gestsins eyga.

Men vit vita betur. Hóast heldur bersøgin í orð og talu og eitt sindur buldraslig í atferð, eru vit eitt rættuliga alskið fólkaslag við romantiskum søgum, sagnum og vísum. Tað sigur seg sjálvt, at ein mentan, ið hevur orðafelli sum, ”ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir,” hevur havt ein ávísan tørv fyri tí trygga og eyma. Tað hevur elvt til søgur, sum hana um koltursdrongin, ið svam út í Hest, fyri at hitta unnustuna – ella tann um Arrheboe prest, ið gjørdist svakur av kærleika til sína vøkru, men heldur kviklyntu Beintu.

Tað hevur eisini mangan undrað tann fremmanda gestin, at hoyra føroyingar syngja sorgtung løg í góðum veitslulag, tí hann skilur ikki, at tjóðskaparromantisku sangirnir lýsa ein innarligan kærleika til land og hav, og ikki minst strævna siðbundna gerandislívið.

Tjóðarhjarta
Jú, sanniliga er Føroyar eitt eymt og alskið land. Í roynd og veru so hjartaligt, at tað hevur manifesterað seg í sjálvum landslagnum.

Í Vágum, uppi í dalinum omanfyri bygdina Bøur, liggur tjóðarhjartað. Tað er vatnið Vatndalsvatn, sum hevur skap av einum snøggum hjarta. Og um tú ikki trýrt tí, kanst tú tasta krosstalið: 62°5'32"N  7°20'29"W inn á Google Maps og sjálv/ur kanna eftir.

Illar tungur vilja helst vera við, at tað er áin Breiðá, sum hevur skapt hjartasprunguna, har hon rennur til og hjartatippin, har hon rennur frá, men tað leggja vit ikki pettið í. Vatndalsvatn er eitt hjarta, skorið í grót og eyr – soleiðis er tað bara! Tað er náttúran, ið minnur okkum á, at størstur av øllum er kærleikin.

So, umhugsar tú at gera okkurt serligt fyri hann ella hana, sum tú ert góð/ur við, so vraka sjokulátuna og far ein túr til Vágar. Túrurin framvið Breiðá úr Bø og niðan til Vatndalsvatn er brattur, men ikki serliga langur – og hvat er meira romantiskt enn ein útferð við matarkurv niðan á hjartastrendur?

Ok, kanska ikki júst 14. februar, tá veturin enn er kaldur og grummur. Men ein summardagur kann eisini brúkast – og ljósa og romantiska summarnáttin við.

Eftir hvat skilst, er Vatndalsvatn eisini eitt gott stað at fiska síl – um ein troyttast eitt sindur av øllum romantikkinum.

Innara hjarta
So tað er við tí sera ítøkiliga tjóðarhjartanum í huga, at sniðgevin Suffía Nón hevur fingið íblástur til næsta frímerkið, sum lýsir innara ímyndarliga hjarta, vit øll bera í barmi. Barnaglaða og treytaleysa hjartað í eirindaleysa landslagnum og einari fyrndargamlari mentan. Og tað er við tí í huga, at vit gera vart við, at tú, hvør tú so ert og hvar tú ert staddur, ert ”beint her” í hjarta okkara.

Valentin
Valentinsdagur, tann 14. februar, er ein katólskur halgisiður, sum nú á døgum hevur breitt seg til aðrar mentanir. Hendan dagin er siður at senda smáar romantiskar kvøður til tey, ið eru hjartanum næst – eitt valentinskort við eymum orðum, blómur ella gávur, sum prýðislutir ella konfekt. Satt at siga, er tað mest handilsáhugamál, ið liggja aftanfyri endurreisingina av siðinum, men ein vakur og meinaleysur leikur á okkara - annars so rationellu - døgum.

Navnið sigst stava frá kristna prestinum Valentin, sum livdi í Róm undir Claudius II, keisara. Sambært søgnini, hevði keisarin ilt við at útvega sær nóg nógvar hermenn – og setti tí bann fyri trúloving og hjúnarlagi í býnum. Men Valentin prestur aktaði ikki bannið og gifti í loyndum tey, ið so vildu. Virksemið varð sjálvandi avdúkað og Valentin fongslaður og tikin av døgum, tann 14. februar ár 269.

Meðan hann sat fongslaður, gjørdist Valentin vinur við dóttrina hjá fangavørðinum og tey samskiftu við at senda hvørjum øðrum stutt brøv – hansara altíð við undirskriftini: ”tín Valentin.”

Søgan er ein halgisøga uttan søguligar keldur – men tað geva vit ikki víðari gætur í kærleikans navni.

Við hjartans kvøðu tín Valentin

A.E. Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo