Tað verður helst gott veður á ólavsøku, tað eru flestu veðurtænasturnar á netinum samdar um. Vindurin verður lítil og tað verður hampuliga lýtt, men vandi er fyri, at hann kemur av landsynningi ólavsøkudag, og landsynningur plagar oftani at geva mjørka í Havn - tað sum onkur hevur kallað rættuligt ólavsøkuveður.
DMI sigur, at tað fer at regna á ólavsøku, men Windfinder og Windy siga, at tað verður kanska ikki so galið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo