Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Miðnámsrit: Karakterstigar eru lutfalsliga nýggir í søguligum samanhangi. Teir komu fram um 1800 sum avleiðing av ídnaðarkollveltingini og eini vaksandi bureaukratisering í útbúgvingum. Men tað var ikki við læring fyri eyga, at karakterstigar vórðu uppfunnir. Í aðrari grein spyrja vit, hví miðnámsskúlar hava sokallaðar karakterfundir, sum tíðin er farin frá.

Átakið Føroyar lesa skal stimbra lesihugin hjá teimum ungu, sum lesa lítið. Átakið stendur í andsøgn við námsætlanir í máli, sum siga, at næmingar skulu lesa minni, enn fyrr varð kravt, og eftirspurningur eftir føroyskum bókum er nógv minkaður. Sum ongantíð fyrr eru bókasøvn á miðnámi neyðug í talgilda meldrinum.

Skúlanet verður nýggjur KT-felagsskapur, ið fer at hava alt KT-økið í føroyskum skúlum um hendur. Við hesum er vandi fyri, at tað, sum einstakir skúlar hava bygt upp innan KT, verður brotið niður. Og eisini verður hetta dýrt fyri samfelagið. Hetta og mangt verður viðgjørt í tjúgunda Miðnámsriti.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Les Miðnámsrit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo